Eftir at hava verið heima í jólafrí í nakrar dagar, so skal føroyski landsliðsspælarin Gilli Rólantsson til arbeiðis aftur í Aalborg mikudagin 6. januar ella á trettandu.
Talan er um stóra avbjóðing. Í heyst var Gilli nærri plássi millum teir fyrstu ellivu á liðnum í superliguni, enn hann nakrantíð áður hevur verið, og eftir at ein av kappingarneytunum til pláss á vongverjunum, Henrik Dalsgaard, er farin úr felagnum, kann tað fara at síggja upp aftur ljósari út hjá Gilla.
Fyrsti venjingardysturin er settur at vera 21. januar, og leygardagin 30. januar verður mótstøðuliðið FC St. Pauli í Hamburg, sum í løtuni er á fjórða plássi í næstbestu týsku deildini.
Mánadagin 8. februar fer AaB á venjingarlegu í Belek í Turkalandi, har tríggir venjingardystir eru á skránni. Mikudagin 17. februar verður ferðalagið aftur í Aalborg, og mánadagin 29. februar verður fyrsti landskappingardysturin eftir vetrarsteðgin. Hann verður í Herning ímóti meistaraliðnum FCM.
Í løtuni er AaB næstfremst í superliguni.