Gilli til reiðar at taka av

Gilli Sørensen er til reiðar at taka av møguleikanum um hann byrjar inni

Nógv bendir á, at Gilli Sørensen byrjar inni, tá føroyska landsliðið í annaðkvøld tekur móti Finnlandi á Tórsvølli. Hóast hann hevur verið undir skurð við skadda øklinum og ikki spælt nógv í seinastuni, so er hann til reiðar at sláa til.

 

Hoyr samrøðuna við Gilla Sørensen við at trýsta á pílin á myndini

 

- Um eg fái mín møguleika, so skal eg nokk taka av. Tað er hundrað prosent, sigur Gilli Sørensen til landsliðsvenjingina fyrrapartin í dag.

 

Les eisini: Lars hevur sett liðið

 

Gilli hevur havt eitt torført tíðarskeið í AaB, har hann hevur sitið á bonkinum og eisini verið skaddur.

 

Les eisini: Nýggir mans við frá byrjan

 

- Tað er sjálvandi ikki stuttligt at sita á bonkinum, men eg komi til AaB, tá teir spæla upp á tað best. Teir vinna landskappingina og steypakappingina, so tá skiftur tú sjálvandi ikki út, greiðir Gilli frá og heldur fram.

 

Les eisini: Veddingarfyritøkurnar trúgva als ikki upp á Føroyar

 

- Tað er tungt ikki at spæla og fáa dystir í beinini, men nú má eg fyrst og fremst fáa økilin í ordan aftur, sigur Gilli Sørensen, sum leggur afturat, at hann er sinnaður at blíva útleigaður fyri at fáa spælitíð.

 

 

Les eisini: Dreymurin brast í fyrstu venjingini

 

EM undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt byrjar longu klokkan 13.