SMS: Kyndil, H71, VÍF og EB vunnu heimasigrar

Fult umfar var í SMS-deildini í dag

Fult umfar var leikt í SMS-deildini í dag.

 

Í høllini á Hálsi vunnu verandi meistararnir, Kyndil 35-29 á Neistanum. Í steðginum var Kyndil á odda við bert einum máli, 16-15.

 

Turið Arge Samuelsen (myndin) var við níggju málum toppskjútti hjá Kyndli. Við sjey málum var Mina Sirdal Henriksen toppskjútti hjá Neistanum.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 35-24 á Stjørnuni. H71 var flúgvandi í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru hoyvíkskvinnur frammanfyri við 10 málum, 18-8.

 

Anna Elisabeth H. Weyhe var við heili 13 málum stórskjútti hjá H71 í dag. Jancy Jógvansdóttir Poulsen var við seks málum toppskjútti hjá Stjørnuni.

 

Í høllini í Vestmanna gjørdist eisini talan um stórsigur. VÍF vann 34-25 á VB. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 20-15.

 

Fríða Nolsøe Olsen var við níggju málum toppskjútti hjá VÍF. Giulia de Pieri Santos var toppskjútti hjá VB, somuleiðis við níggju málum.

 

EB vann í høllini á Eiði ein tepran 23-22 sigur á StÍF. Í steðginum var EB á odda 11-10. Tá fimm minuttir vóru eftir var EB á odda 23-19, men so steðgaði málskjótingin upp hjá eiðiskvinnum. StÍF fekk minkað um munin 23-22, men kom ikki nærri einum stigi í dag. 

 

Sigrid Eidesgaard og Sólveig Dahl vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá EB. Malene Madsen var við seks málum toppskjútti hjá StÍF.

 

Kyndil er fremst við átta stigum fyri fýra dystir. Neistin hevur átta stig á øðrum plássinum fyri fimm dystir. VÍF og H71 hava seks stig hvør, og EB og Stjørnan hava fýra stig hvør. Aftast eru StÍF og VB, ið enn hava fyrsta stigið til góðar.

 

HER eru dómaraseðlarnir frá HSF frá dagsins dystum í SMS-deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##