Vilhelm skoraði sjey mál í heimasigri hjá Hannover-Burgdorf

Talan var bert um annan sigurin hjá Hannover Burgdorf í hesum kappingarárinum

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf fingu í dag ein hart tiltrongdan sigur á heimavølli í ZAG Arena høllini frammanfyri 7.771 áskoðarum.

 

Hannover vann 32-30 á Eisenach. Í steðginum vóru Vilhelm og liðfelagarnir á odda 17-14. Talan var bert um annan sigurin hjá Hannover í hesum kappingarárinum.

 

Tað gekk væl hjá Vilhelmi, ið skoraði sjey mál í átta málroyndum, og var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Vilhelm var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist). Toppskjútti hjá Hannover við heili 13 málum var Marius Steinhauser.

 

Hannover er fjórðaftast í deildini við fýra stigum fyri sjey dystir.