Í kvøld klokkan 19.15 fer KÍ í holt við størstu altjóða uppgávuna í søgu felagsins nakrantíð, tá teir á útivølli skulu dystast móti sveisiska Young Boys Bern í Champions League undankappingini.
Hóast KÍ stóð seg ógvuliga væl móti sveisiska Luzern við tveimum teprum 0-1 tapum í Europa League undankappingini í fjør, so geva 11 altjóða veddingarfyritøkur KÍ gott og væl ongan møguleika móti Young Boys Bern.
Lægsta oddsið uppá sigur til KÍ aftaná vanliga leiktíð er 21, og hægsta oddsið er heilt uppí 72, ið tykist nakað yvirdrivið.
Hægsta oddsið uppá sigur til Young Boys Bern aftaná vanliga leiktíð er 1,07.
Gjøgnumsnitsoddsini uppá sigur til KÍ aftaná vanliga leiktíð er 30,78.
Her eru oddsini uppá dystin í kvøld:
Veddingarfyritøkur: Young Boys-KÍ | 1 | X | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 1.03 | 14.75 | 25.50 | ||
1xBet | 1.04 | 28.00 | 72.00 | ||
888sport | 1.06 | 11.50 | 29.00 | ||
bet365 | 1.06 | 13.00 | 21.00 | ||
Betclic | 1.06 | 12.75 | 22.50 | ||
Betfair | 1.05 | 15.00 | 31.00 | ||
bwin | 1.05 | 13.00 | 24.00 | ||
ComeOn | 1.04 | 15.50 | 27.75 | ||
Interwetten | 1.07 | 13.00 | 24.00 | ||
Unibet | 1.06 | 12.00 | 31.00 | ||
Betfair Exchange | 1.06 | 15.73 | 32.35 | ||
Gjøgnumsnitsodds: | 1.05 | 14.85 | 30.78 |