Vakra og stórbara náttúran, friðsælan og tann sjarmerandi Gjáargarðurin draga bæði fremmandafólk og eisini føroyingar í stórum tali til Gjáar, ikki bert á sumri men alt árið. Lurtið eftir Vinnurásini á Rás2 klokkan 16 Vinnurásin hjá Rás2 hevur vitjað Gjáargarð, har tosað verður við tann fryntliga timburmannin, Eirik Suna Danielsen, sum gjørdist hotelstjóri. Vinnurásin kl. 16 í dag.
Tað finnast nógvar perlur í Føroyum, men langt frá allir føroyingar hava enn fingið eyguni upp fyri teimum. Ein teirra er bygdin Gjógv við tí sjáldsama og sjarmerandi gistingarhúsinum Gjáargarði. Síðani Eirikur Sune Danielsen oo. fyri júst fýra árum síðani keyptu Gjáargarð og lótu upp dyrnar alt árið, hava útlendsk ferðafólk fingið eyguni upp fyri náttúruvakra plássinum, har stressið í stórbýnum verður avloyst av heilsugevandi frisælu. Tey hava valfartað til Gjáar fyri uppliva nakað øðrvísi. Men eisini føroyingar eru við at fáa eyguni upp.
Vinnurásin hjá Rás2 hevur júst vitjað við Gjógv, har vit vóru møtt av nýbakaðum morgunbollum og heitari skuffukøku. Staðið, sum fyrr bara var opið part av árinum sum vallaraheim er nú eitt føroyskt ferðavinnu- og avstressingarmekka við stórbara útsýninum til romantisku bygdina og til høgu fjøllini á Kalsoynni.
Hoyrið samrøðuna við stórbýarmannin, sum valdi friðsæluna og nýggjar upplivingar langt frá høvuðsstaðnum.
Í Vinnurásini verður eisini vitjað í Mjørkadali. Marinustøðin í Havn og Flyvestation Thorshavn vórðu herfyri savnaðar í Mjørkadali. Einaferð vóru hetta stór arbeiðspláss hjá føroyingum eisini, og vinnu-, tænastu- og handilsfyritøkur í Føroyum heintaðu nógvar krónur higani fyri vørur og tænastur. Í dag eru bert 25 mans eftir á Færøernes Kommando í Mjørkadal