- Nú verður bíligari at fáa hestar gjøgnum BIP-støðina, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini.
Tað var eitt ynski frá hestaeigarum í Føroyum, at kunna frakta ross beinleiðis úr Íslandi til Føroyar. Men hetta lat seg ikki gera, og máttu hestarnir tí fyrst fraktast til Danmarkar, fyri síðan at verða sendir aftur til Føroyar.
- Hestaeigararnir vístu á, at hesin langi flutningur strongdi rossini, og var á markinum til hvat ein kundi loyva sær.
Áðrenn BIP- støðin bleiv tikin i brúk í 2009, høvdu føroyingar sambært veterineravtaluni við EU, ikki loyvi sjálvir at gera BIP-kontrol. Hetta merkti, at t.d. hestar úr Íslandi til Føroyar, máttu umvegis eina BIP-støð í EU (Danmark).
- Tórshavnar havn bygdi støðina, sum bleiv tikin í brúk í 2009, og kostaði kr. 450.000. Tórshavnar havn stendur eisini fyri vanligum viðlíkahaldi og sóttreinsing aftan á brúk. BIP-støðin blívur bert brúkt til hestar úr Íslandi, og um Ísland fær EU limaskap, verður ikki brúk fyri støðini.
- Fyri at fíggja íløgu og rakstur, bleiv gjaldið eftir tilmæli frá havnameistaranum sett til kr. 4.000,- + MVG, pr. ross. Roknað bleiv við 20 rossum í miðal um árið. Bruttoinntøkan síðan 2009 hevur verið kr. 194.200 uttan MVG. Tað fyrsta árið fóru 32 hestar gjøgnum støðina, men seinastu trý árini eru bara 19 hestar tilsamans farnir gjøgnum BIP- støðina.
- Í umsókn frá Føroya Íslandsrossafelag, Føroya Ríðingarfelag, Berg Hestum og Ríðisambandi Føroya, dagfest 6. mars, verður biðið um, at seta gjaldið til kr. 1.500 íroknað MVG. Annars rokna feløgini við, at innflutningurin av rossum dettur niðurfyri. Víst verður á, at sama gjald í DK er kr. 800,-.
- Vinnunevndin hevur nú á fundi í dag samtykt at ganga hesi umsókn á møti, og at seta gjaldið til 1.500 kr íroknað MVG, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevnd Tórshavnar býráðs.