Fullveldispolitikarar føra ferð eftir ferð fram, at vit sjálvi gjalda fyri sjúkraviðgerð eitt nú á Ríkissjúkrahúsinum og at tað tí ikki verður nakar trupulleiki við júst hesum spurningi, sum er so sera, sera týdningarmikið fyri flestu føroyingar, um so verður, at vit taka fullveldi.
Síðst hevur Oddvør Johansen í Sosialinum nomið við henda spurning. At hon trýr fullveldispolitikarunum, er kanska ikki so løgið, tí sigur tú eina lygn ella kanska ein hálvan sannleika nóg ofta, so fert tú sjálvur at enda at trúgva, at tað er so.
Fáa pengar frá dønum til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum
Men at gjald fyri sjúkraviðgerð á ríkissjúkrashúsinum er ein partur av blokkinum, verður ikki nevnt. Í blokkinum fyri 1998 var henda upphædd 34,5 mió. kr. Men danir lata okkum sjálvi ráða yvir, um vit nýta hesar pengar til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, á Landssjúkrahúsinum ella til hvítar ella svartar bøkur!?
So óansæð av »vit sjálvi gjalda« fyri hesa sjúkraviðgerð, so er hetta við pengum, vit fáa frá dønum til hetta endamál. Taka vit loysing ella fulvleldi, missa vit eisini hesar pengar umframt at vit vera útlendingar, eisini á Ríkissjúkrahúsinum við teimum skerdu møguleikum, hetta hevur við sær.
Er føroyska sjúkrahúsverkið afturhaldandi við at gjalda?
Sjúkrasøgan, Oddvør sigur frá, er áhugaverd. At sjúklingur liggur og bíðar eftir viðgerð, tí ongir pengar eru komnir, leiðir til tann náttúrliga spurningin: er føroyska sjúkrahúsverkið, umframt at vera afturhaldandi at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið, eisini afturhaldandi við at gjalda? Soleiðis er í hvussu so er í tí dagliga, at vánaligur gjaldari fær ikki kreditt, meðan ein góður gjaldari fær kreditt.
At sjúkrahúsverkið er afturhaldandi at senda sjúklingar á Ríkissjúkrahúsið, havi eg sjálvir verið vitni til: Fyrsta árið, blokktilskotið var komið í gildi, hevði eg barn við brotnum hálsi á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrasystrarnar mótmæltu, at barn mítt ikki bleiv sent til Ríkissjúkrahúsið. Yvirlæknin boygdi seg ikki fyri kravi mínum, um at senda barnið til Danmarkar, fyrr enn eg so sjávlur vildi átaka mær at gjalda flutning og viðgerð á Ríkissjúkrahúsin-um. Viðgerðin, barn mítt fekk í Føroyum, vísti seg at vera fullkomuliga skeiv og kundi ført við sær 100% avlamni. Tíbetur fekk barn mítt onki mein av hendingini, takkað verið viðgerðini á Ríkissjúkrahúsinum.
Spara pengar at nýta til annað endamál
At talan í hesum føri var um at spara pening frá blokkinum til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum og nýta peningin aðrastaðni, er heilt greitt.
Havi áður í grein í øðrum sambandi ditta mær til at greiða frá hesi sjúkrasøgu. Ta ferðina fekkaeg skriv frá sjúkrahússtjóranum, har hann hótti meg við rættarmáli, um eg ikki alment avsannaði orðini í grein míni! Tað gjørdi eg ikki, men sjúkrahússtjórin tók hóttanina aftur.
Johan Petersen