Gløgga úrvarpstólið

Trupulleikin við útvarpinum og fartelefonum er nakað, sum flestir bilførarar í dag kenna til, men nú skuldi ein forkunnug loysn verið at hóma


 

Hesar dagar, tá annar hvør óviti rennur runt við einari fartelefon í lummanum, so uppstanda eisini nakrir nýggir samfelagsligir trupulleikar. Trupulleikar, sum vit kanska ikki kundu havt ímyndað okkum fyri bert fáum árum síðani. Fleiri av hesum átrokandi dilemmaunum snúgva seg um fartelefonir.

 

Hesin nýmótans hentleiki hevur við árunum sett fleiri og fleiri krøv til okkum nýtarar, um vit skulu kunna fáa mest møguliga gleði burturúr. Fyri fáum árum síðani varð tað lógarkravt, at skuldi tú tosa í fartelefon meðan koyrt varð, so var neyðugt at skipa soleiðis fyri, at tú onkursvegna kundi tosa uttan at nýta hendurnar. Úrslitið var, at nógv »hands-free« sett sóu dagsins ljós. Útvarpstólið ella bilstereoannleggið órógvaði tó framvegis samrøðurnar, og framleiðararnir løgdu høvur í blot fyri at finna eina líkinda loysn. Nú hevur onkur funnið upp á ráð, sum skuldi riggað til eitthvørt útvarpstól.

 

Mutar

 

Tólið, sum kann vísa seg at gerast banin hjá hesari nýmótans høvuðpínuni, eitur ?Auto-Mute?. Talan er um eitt lítið tól, ið syrgir fyri, at tosað kann verða í fartelefon uttan at verið órógvaður av útvarpinum.

 

Alt eftir hvørja íbinding tú velur, so vil útvarpstólið sjálvt »muta«, t. e. sløkt verður fyri ljóðinum, ella verður streymurin tikin av. Úrslitið er í báðum førum, at fartelefonsamskifti kann fara fram uttan nakað órógv.

 

Sambært Jens Mortani Rasmussen, sum starvast hjá Radiobúðini í Runavík, so er fyrimunurin við hesum tólinum, at tað kann setast til øll útvarpstól, og Auto-Mute fangar sjálvt signalið, soleiðis at skilja, at tað er líkamikið, hvør telefon ringir ella um vibrator funktiónin er frá.

 

? Tað eru nógvir fyrimunir við at velja hesa loysnina, sigur Jens Mortan Rasmussen.

 

Tíggju sekund eftir, at samrøðan er liðug, so slær sjálv ?mutingin? frá.

 

Potens forleingjari

 

Sjálvur sigur Jens Mortan Rasmussen, at hann ikki selur bilradio, men heldur bilstereo.

 

? Tað skal vera talan um gott ljóð fyrst og fremst, tá tað snýr seg um bilstereo, sigur Jens Mortan Rasmussen.

 

Til eitt rættiligt bilstereo skal nógv gott til. Talan skal bæði vera um forsterkara, hátalarar og sjálvan spælaran, sum oftast er gjørdur til fløgur.

 

Jens Mortan Rasmussen sigur, at tað fyrst og fremst eru ungir menn, sum ogna sær tílíkan útbúnað.

 

? Talan er í roynd og veru um ein potensforleingjara, og verður útbúnaðurin ofta keyptur fyri at imponera diddurnar, sigur Jens Mortan Rasmussen.