Gleði bæði í Ísrael og Gaza um friðartilgongdina

Í gøtunum í Tel Aviv í Ísrael savnaðust familjur og avvarðandi hjá gíslunum. Fólk róptu av gleði, og onnur grótu og fevndu hvønn annan

Familja og stuðlar hjá ísraelsku gíslunum fegnast um fyrsta partin av friðaravtaluni

Tað hevur verið gott lag í Tel Aviv og øðrum ísraelskum býum í nátt.

 

Ætt og stuðlar hjá ísraelsku gíslunum, sum Hamas framvegis hevur sitandi, hava hátíðarhildið, at fyrsti partur av einari avtalu millum Ísrael og Hamas eftir øllum at døma er komin upp á pláss.

 

Eisini í Gazageiranum fegnast tey um henda partin av avtaluni, og í býnum Khan Younis har suðuri í Gazageiranum savnaðust palestinar og sungu og dansaðu, samstundis sum tónleikur hoyrdist úr hátalara.

 

Soleiðis greiðir eitt tíðindafólk í Khan Younis frá á CNN.

 

Hetta hendi, hóast ísraelsku álopini hildu fram í nátt, har serliga Gazabýur varð álopin við rakettum.

 

Í gøtunum í Tel Aviv í Ísrael savnaðust familjur og avvarðandi hjá gíslunum. Fólk róptu av gleði, og onnur grótu og fevndu hvønn annan, veit Sky News at siga.

 

Lesið eisini:

 

Semja um fyrsta part av friðaravtalunihttps://www.in.fo/news-detail/semja-um-fyrsta-part-i-fridaraetlan-i-gaza

 

 

 

 

 

Familja og stuðlar hjá ísraelsku gíslunum fegnast um fyrsta partin av friðaravtaluni