Samanlagt hevur Globe Tracker havt 358 milliónir krónur í halli síðan 2017. Undirskotið var 58 milliónir krónur í 2023 og 75 milliónir krónur í 2024. Eginpeningurin, sum varð styrktur við 105 milliónum krónum í nýggjum partapeningi við árslok 2024, var við árslok 2025 vorðin seks milliónir krónur negativur.
##med2##
Leiðslan væntar, at inntøkurnar fara at vaksa í 2026. Felagið hevur eisini framt stórar sparingar og minkað starvsfólkahópin niður í umleið helvt. Sambært Frihedsbrevet, sum hevur tosað við stjóran, Joel undir Leitinum, væntar Globe Tracker at fáa svørt tøl innan nakrar mánaðir.
Verandi partaeigarar hava lænt felagnum 13 milliónir krónur afturat, og Framherji setti í juni 2026 fimm milliónir krónur aftrat í Globe Tracker.











