TÓNLEIKUR
Manningin í Gluntan gleðir seg óføra nógv at koma aftur til Føroya at spæla. Teir hava vitjað her sjey ferðir áður, og nú skulu teir aftur á eina stutta konsertferð í Føroyum.
30. og 31. august fer væl umtókti norski dansibólkurin at spæla til dans í Suðuroy og í Fuglafirði, og líkt er til, at nógv fólk ætla sær til dansirnar. Forsølan av atgongumerkjum gongur væl, og tað eru longu seld fleiri enn 400 atgongumerki til tiltakið í Fuglafirði.
Gamal bólkur
Gluntan hevur verið ein virkin bólkur í 37 ár, og hesi árini hevur bólkurin staðið fyri 35 útgávum. Á hesum útgávum er ørgrynna av væl dámdum sangum, sum eisini føroyingar hava lurtað nógv eftir.
Manningin í bólkinum hevur upplivað nógv hesu mongu árini, men teir halda sjálvir, at størsta viðurkenningin, sum teir hava fingið, var tá teir í 1997 umsíðir fingu norska spælimansprísin fyri útgávuna »I levandes live«.
Ferðast nógv
Bólkurin hevur seinastu 37 árini slitið seks bussar niður, og teir hava ferðast tað, sum svarar til 9 ferðir kring jørðina í tónleikaørindum.
Manningin í bólkinum hevur verið fyri nøkrum útskiftingum hesi mongu árini, men hóast talan er um 37 ár, hava ikki fleiri enn 14 tónleikarar spælt í bólkinum.
Teir, sum spæla við Gluntan nú, eru Øystein Mihle, Frank Robert Helden, Bengt Åge Nordbakk, Dagfinn Ellefsen, Ove Andre Østgård og Tor Gunnar Stokke.