Góð byrjan hjá Danmark og Svøríki

Donsku og svensku hondbóltskvinnurnar hava vunnið tveir teir fyrstu HM dystirnar

Talan hevur verið um misjavna gongd hjá norðanlondum í HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum er í Danmark í hesum døgum.

 

Danmark hevur higartil vunnið tveir tryggar sigrar. Í dag gjørdist talan um ein 32-20 sigur yvir Tunesia. Danmark var á odda 16-10 í steðginum. Ìgjár vann Danmark 30-21 á Japan. Danmark og Ungarn hava fýra stig í bólki A, Montenegro hevur trý stig.

 

Svøríki vann í dag 31-30 á Póllandi. Svøríki var á odda 15-13 í steðginum. Ìgjár vunnu svensku kvinnurnar stórsigur 37-23 á Angola. Svøríki og Niðurlond eru á odda í bólki B við fýra stigum hvør.

 

Noreg er komið illa frá byrjan. Norsku kvinnurnar leiktu ígjár ímóti Russlandi og taptu 25-26. Russland var á odda 14-11 í steðginum. Í morgin spælir Noreg ímóti Puerto Rico, sum tapti 14-47 ímóti Rumenia, so tað er ein dystur norsku kvinnurnar eiga at vinna. Í bólki D, har Noreg leikar eru Rumenia, Russland og Spania á odda við tveimum stigum hvør. 

 

Úrslitini í dag : 

 

Kina-Kuba 29-30

Japan-Montenegro 23-29

Angola-Niðurlond 24-37

Serbia-Ungarn 26-32

Svøríki-Pólland 31-30

Danmark-Tunesia 32-20

 

Úrslitini í gjár :


Danmark-Japan 30-21

Svøríki-Angola 37-23

Brasil-Suðurkorea 24-24

Noreg-Russland 25-26

Kuba-Pólland 22-27

Frakland-Týskland 30-20

Spania-Kasakstan 31-10

Ungarn-Tunesia 39-20

Niðurlond-Kina 42-21

Argentina-Kongo 23-15

Rumenia-Puerto Rico 47-14

Montenegro-Serbia 28-28