Gøta er kyndilsmessubygd og hetta verður markerað

- Nú er sólin afturkomin til bygdina, og vit tríva í dansin í losjuni við Gøtugjógv fríggjakvøldið, sigur Losjan Glotti

Losjan Glotti í Gøtu skipar fríggjakvøldið hin 6. februar fyri tí tey rópa kyndilsmessudansi.

 

Gøta er kyndilsmessubygd, sum tey taka til, og sum siður er verður hetta markerað. 

 

- Nú er sólin afturkomin til bygdina, og vit tríva í dansin í losjuni við Gøtugjógv. 

 

Losjan veit í tíðindaskrivi at siga, at kyndilsmessudansurin verður fríggjakvøldið frá klokkan 22 til 01.

 

- Umframt at Vinmenn spæla til dans, verður eisini kaffi, te, køkur og annað at fáa hetta kvøldið, sigur Losjan Glotti.