Í dag eru níggju fólk dripin í ísraelskum álopum í Gazageiranum. Tað vita palestinskir myndugleikar at siga í dag.
Sagt verður, at millum tey deyðu eru trý børn.
Ísrael sigur sambært NTB-tíðindastovuni, at skotið varð eftir ísraelskum herfólki, og ein ísraelskum hermaður fekk álvarsligar løstir.
- Okkara herdeildir framdu neyv mótálop, siga ísraelskir myndugleikarnir.
Verjan í Gazageiranum, sum liggur undir Hamas, sigur, at níggju fólk lótu lív, tá lopið varð á við flogførum og øðrum.
- Umframt tey deyðu, vórðu í minsta lagi 31 fólk særd, sigur palestinska verjan í Gazageiranum.
Sambært NTB-tíðindastovuni sær Ísrael hendingina, sum eitt brot á vápnahvíldina millum Ísrael og Hamas.










