Sjúkrabilar bíða eftir sjúklingum á egyptisku megin Rafah-markið. Sambært Reyða Hálvmána stongdi Ísrael mikudagin markið, og tað forðaði sjúklingum at ferðast úr Gaza til Egyptalands. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Fýra børn og 14 vaksin dripin í ísraelskum álopum í Gaza

Ísrael hevur sett í verk álop í Gaza, eftir at ísraelskir hermenn skuldu hava verið álopnir.

Sjúkrabilar bíða eftir sjúklingum á egyptisku megin Rafah-markið. Sambært Reyða Hálvmána stongdi Ísrael mikudagin markið, og tað forðaði sjúklingum at ferðast úr Gaza til Egyptalands. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

18 fólk - teirra millum fýra børn - doyðu í ísraelskum loftálopum í Gaza í dag, upplýsa palestinsk embætisfólk sambært Reuters.

Sambært ísraelska herinum framdi hann álop á palestinska økið, eftir at ein einstaklingur skeyt skot móti ísraelskum hermonnum og særdi.

Álopini vóru móti Gaza-býnum og Khan Younis.

Hermaðurin fekk lívshættisligan skaða, skrivar ísraelski herurin (IDF) á X.

- Ein IDF-hermaður fekk álvarsligan skaða, eftir at ein yvirgangsmaður skeyt móti IDF-herdeildum í norðara parti av Gaza undir vanligum virksemi nærhendis Gulu Linjuni, skrivar herurin.

Sokallaða Gula linjan er ein linja, sum ísraelskir hermenn tóku seg aftur til sum liður í vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og hernaðarrørsluna Hamas.

Vápnahvíldaravtalan varð undirskrivað í oktober í fjør eftir tvey ára kríggj í Gaza.

Hóast vápnahvíld hava áhaldandi fráboðanir verið um álop, sum hava rakt bæði palestinar og ísraelskar hermenn í Gaza.

Ein kelda frá heilsuverkinum í Gaza sigur við Reuters, at Ísrael eisini hevur forðað sjúklingum í at ferðast úr Gaza til Egyptalands umvegis Rafah-markið í dag.

Samstundis sigur ein talsmaður fyri hjálparfelagsskapin Reyði Hálvmáni, at fleiri sjúklingar eru komnir á eitt sjúkrahús í Khan Younis, haðani teir eftir ætlan skuldu halda fram til viðgerð í Egyptalandi.

Men eftir at teir eru komnir á sjúkrahúsið í Khan Younis, hava sjúklingarnir fingið at vita, at ísraelsku myndugleikarnir hava útsett tað, sum talsmaðurin lýsir sum eina evakuering av sjúklingunum.

Rafah-markið læt upp aftur mánadagin og er stýrt frá Gaza-síðuni av Ísrael.

Burtursæð frá stuttari og avmarkaðari upplating tíðliga í 2025, hevði marknaliðið áður verið stongt, síðani ísraelskar herdeildir tóku ræðið á tí í mai 2024.

/Ritzau/