Sev letur hægri prís fyri sólorku

Broytingin í avrokningarskipanini er ætlað at eggja fleiri til at fara undir at framleiða sólorku inn á netið. Í løtuni eru umleið 50 størri og smærri góðkend sólorkuverk kring landið, sum framleiða elorku inn á elnetið hjá SEV.

Umhvørvisstovan skrivar, at Verandi prísskipan verður broytt soleiðis, at fyri smærri sólorkuverk, upp til 11 kW, hækkar prísurin úr 0,75 krónur fyri kWt upp í 1,45 krónur kWt.

 

Fyri størri sólorkuverk, yvir 11 kW, á egnum bygningum hækkar prísurin upp í 2 krónur. kWt fyrstu 12 árini av loyvistíðarskeiðnum, og verður 1 krónur fyri kWt fyri eftirfylgjandi 8 árini av írestandi loyvistíðarskeiðnum.

 

Sambært orku- og veðurlagspolitikkinum er málið at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Skal hetta mál náast, er neyðugt komandi árini at gera stórar útbyggingar við varandi orku. Ein týðandi liður í hesi ætlan er, at fáa nøktandi grøna elframleiðslu um summarið frá sólorkuverkum.

 

Nýggju avrokningarprísirnir fáa gildi 15. februar 2026.