Golfkapping á Glyvursnesi

Komandi leygardag, tann 15. juni, verður árliga BYGMA-OPEN kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.

Tíðindaskriv

 

Kappingin verður skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Eisini verður kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst holinum á 2/11 og á 4/15.

Kappingin yvir 18 hol byrjar kl. 9.00. Kappingin yvir 9 hol byrjar kl. 10.30.

BYGMA BALSLEV letur vinnarunum góðar vinningar.

Tá tað er ein opin kapping, kunnu allir golfleikarar teknað seg til kappingina, og ikki bert limir í Tórshavnar Golffelag.

Dystargjaldið, ið er kr. 100,00, skal flytast á kontu 6460-421.464.3 ella á kontu 

9181-162.274.8. Kvittanin verður víst kappingarleiðsluni áðrenn kappingin byrjar.

 

Tilmeldast kann hjá Haraldi á fartelefon 512141 ella hjá Óla Edvardi á fartelafon 255566 í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni kl. 18.00.