Gomlu Kuba-trolararnir hava hall í ár

Tað eru næstan 20 ár, síðan upsaprísurin hevur verið so vánaligur sum í ár.
<DPTAB>    - Gomlu Kuba-trolararnir koyra við "reyðum" tølum og tey nýggju, Bakur og Stelkur, geva heldur einki yvirskot sum er, sigur Ragnar Olsen, sum starvast hjá P/F Beta.
<DPTAB>    Hann heldur tó, at ábendingar eru um, at upsaprísurin hevur hug at "lætta" sær eitt sindur nú í heyst

Fiskivinna

Tað gongur ikki væl hjá partrolarunum, sum veiða upsa. Prísurin í ár hevur verið so lágur, sum hann ikki hevur verið í næstan 20 ár. Vit skulu nevniliga heilt aftur til 1984 fyri at finna líka lágar miðalprísir á upsa sum teir, vit hava havt í ár. Haraftrat kemur, at upsin í dag er ein nógv størri partur av veiðini hjá hesum trolarum, enn hann var í 1984.

Miðalprísur: 3,59

Ragnar Olsen, sum starvast hjá P/F Beta, sigur, at miðalprísurin á upsa higartil í ár hevur verið 3,59 kr. fyri kilo.
- Hetta er galdandi fyri upsan, sum skipini hjá okkum hava fiskað í ár, sigur hann.
Ragnar vísir á, at vit skulu heilt aftur til 1984 fyri at finna ein lægri miðalprís á upsa. Í 1984 var miðalprísurin nevniliga 3,41 kr. fyri kilo.
P/F Beta hevur rættiliga neyv veiði-og príshagtøl.
- Í 1979 var miðalprísurin á upsa 2,59 kr. fyri kilo, og í 1980 var hann 3,16.
Ragnar sigur, at eitt skifti í nítiárunum, árini 1993-1994, var upsaprísurin eisini ógvuliga lágur; tá lá hann um 3,70 kr. fyri kilo.
- Men vit skulu so næstan 20 ár aftur í tíðina fyri at finna so lágar miðalprísir sum higartil í ár, sigur hann.

Størri partur

Í 1979 og 1980, tá ið prísirnir vóru í botni, var upsin eini 60% av veiðini hjá trolarunum. Árini 1993 og 1994, tá ið prísirnir eisini vóru sera lágir, taldi upsin 83-85% av veiðini.
- Higartil í ár er parturin av upsa eini 85%, sigur hann.
Ragnar vísir á, at góðu toskaárini, 1996 og 1997, fall upsin niður á stívliga 50% av veiðini, tí so nógvur toskur var at fáa á upsaleiðunum.
- Besta upsaprísin fingu skipini í 1998; tá var miðalprísurin 7,65 kr. fyri kilo, men hetta árið var heldur ikki so nógvur upsi at fáa, sigur hann.

"Reyð" tøl?

Ragnar ásannar, at tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Beta-skipunum higartil í ár, hann heldur, at vónir eru um, at tølini fara at rætta seg uppaftur, sum árið líður.
- Men so skal eisini ein rættilig prísbroyting henda við upsanum, sigur hann.
Teir gomlu Kuba-trolararnir hava koyrt við "reyðum" tølum higartil í ár, meðan tey nýggju skipini hava klárað seg heldur betur.
- Raksturin av teimum gomlu skipunum hevur givið hall, meðan tølini hjá teimum nýggju skipunum liggja á 0. Hallið hjá gomlu skipunum er tó ikki so stórt, men tað er har.
Ragnar vísir á, at batar eru at hóma í upsaprísinum, nú heystið er komið, og hetta er eisini vanligt hesa tíðina av árinum.
- So, hóast gongdin hevur verið heldur vánalig higartil í ár, vóna vit, at vit kortini hava "botnin" aftanfyri okkum, sigur hann.

Til garantieftirlit

Bert tríggir mánaðir eru eftir av árinum, og í hesum tíðarskeiði skulu nýggju Beta-skipini til garantieftirlit í minsta lagi 14 dagar.
- Í løtuni verður arbeitt við, um eftirlitið kann gerast í Føroyum ? ella, um neyðugt verður at fara til Spaniu við skipunum, har tey eru bygd.
Ragnar Olsen sigur, at ætlanin er eisini at gera slengrikjølar undir skipini, tá ið tey fara til garantieftirlit, helst einaferð í november.
- Verður eftirlitið gjørt í Spaniu, er greitt, at skipini verða úr vinnu í meira enn 14 dagar, sigur hann.
At enda kunnu vit skoyta uppí, at upsaprísirnir hava verið serliga lágir í juni, juli og august.