Hoyvíkingar eru í tí hepnu støðu, at teir hava tríggjar góðar málmenn at velja ímillum, so tí ber sjáldan til at siga frammanundan, hvør verjir málið. Í gjár byrjaði Levi Nybo í málinum, og hóast hann stóð væl, var hann í seinna hálvleiki avloystur av Jóhan Hofgaard.
Hetta var taktiskt ein skilagóð avgerð hjá H71-venjarunum, tí Jóhan var rætti maðurin at seta ferð á spælið hjá H71, sum í fyrra hálvleiki ongantíð megnaði at sleppa frá KÍF. Ferð eftir ferð setti blaðungi H71-málverjin skjótálopini í gongd, og tað vísti seg skjótt at vera tað, ið gjørdist avgerandi fyri dystin.
Hóast seinni hálvleikur byrjaði við stórum dramatikki, tá annar av dómarunum, Andreas F. Hansen, fekk skaða og mátti gevast, so darvaði tann steðgurin ikki H71 í at halda ætlanina og at seta ferðina upp. Við kvikum spæli settu hoyvíkingar dagsskránna í seinna hálvleiki og vunnu at enda sera sannførandi.
Føroya besta verja
Ein annar munur var eisini hugburðurin hjá H71, sum ikki var at kenna aftur eftir steðgin. Tá teir fyrst í dystinum vóru komnir nakað framum, tóku teir sær av løttum, og hesum gjørdi KÍF sær dælt av og fekk mestsum H71 aftur seinna helmingin av fyrra hálvleiki. Bara eitt mál var á muni í hálvleikssteðginum.
Fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki skoraði H71 átta mál, meðan tað mestsum stóð fast hjá KÍF, sum hesa løtuna bara fekk tvey, og tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Enn eina ferð eydnaðist hoyvíkingum at halda mótstøðuliðnum niðan fyri 25 mál, so Føroya besta verja í vetur stóð enn eina ferð royndina.
Hjá hoyvíkingum var Jóhan Hofgaard sjálvandi eyðsýndur í málinum, men eisini Bárður Brimvík, sum spældi allar 60 minuttirnar og gjørdist toppskjútti, gekk undan í bæði verju og álopi. Hjá KÍF var Rógvi Weyhe tann, ið stóð sterkastur í myndini, og hann var eisini besti málskjútti í dystinum.
Kollfirðingar hava einki at spæla fyri, tí teir fara ongan veg av aftasta plássið. Hinvegin hevur H71 enn alt at spæla fyri, tí finaluplássið ímóti VÍF er í eygsjón, hóast Neistin framvegis má síggjast sum ein forðing á leiðini, ið vinnast skal á.
H71-KÍF 36-22 (15-14)
H71: Bárður Brimvík 8, Poul Kjartan Dam 5, Halgir Dahl Olesen 5, Janus Sørensen 5, Dánjal Tórgarð 4, Esbern Paturson 3, Hans Kári Hansen 2, Regin Joensen 2, John Petersen 1, Danny Syhler 1
KÍF: Rógvi Weyhe 10, Hallur Hansen 3, Regin Petersen 3, Ási Dam 1, Teitur Joensen 1, Suni Johannesen 1, Niklas Reginsson 1, Jákup Trygvason 1, Tony Weyhe 1