Fyri kortum kom eldur í eini hús í Hvalba.
Ein einasti sløkkiliðsmaður er í Hvalba - men hann var í Havn eitt ørindi.
Hvalbingar, sum komu til, gjørdu klárt at oysa vatn á.
Men av tilvild var ein sløkkiliðsmaður av Tvøroyri staddur í Hvalba í arbeiðsørindum.
Og hann fekk tosa teir frá at oysa vatn á, tí sum umstøðurnar vóru, hevði tað gjørt nógv størri skaða enn gagn.
Fleiri sløkkiliðsmenn komu síðani av Tvøroyri og fingu skjótt sløkt.
Skaðin var lítil og ongin...
Vónleyst at fáa fólk
Hetta er ein talandi mynd av, hvussu ring støðan er í norðara parti í Suðuroy, tá ið tað kemur til sløkkiliðsarbeiði.
Áki Dimon á Tvøroyri, sum er brandmeistari í Tvøroyrar- og Hvalbiar Kommunu, sigur, at tað er sera trupult at fáa fólk at manna sløkkiliðini.
Í Tvøroyrar kommunu eru Øravík, Tvøroyri og Froðba.
Í Hvalbiar Kommunu eru Hvalba og Sandvík
Áki Dimon sigur, at serliga í Hvalbiar Kommunu hevur verið sera trupult at fáa fólk, hóast søkt er fleiri ferðir eftir fólki
Tað hava verið fýra mans í sløkkiliðnum í Hvalba, sum allir høvdu verið á roykkavaraskeiði. Men nú er bara ein eftir, tí allir hinir, tríggir eru farnir til skips o.s.fr.
Men har verður framvegis roynt at fáa løkkiliðið mannað.
Brandmeistarin sigur, at tað skulu helst verða einir fýra mans í sløkkiliðnum í Hvalba
Á Tvøroyri hevur eisini verið trupult at fáa fólk fyri teir, sum eru eru farnir at eldast, ella eru farnir.
Men har hevur tað eydnast at fáa fýra nýggjar mans, so har er støðan ikki so vánalig
Sleppa ikki á skeið
Men Áki Dimon sigur, at manningartrupulleikin er ikki tað einasta, tey hava at dragast við.
Eitt er at hava fólk. Eitt annað er at læra teir, hvussu teir skulu bera seg at, táið eldur kemur í.
Og tað vísir seg, at vera sera trupult at fáa fígging til at senda sløkkiliðsmenninar á skeið. Og hetta heldur brandmeistarin er ein sera stórur trupulleiki.
Áki Dimon sigur, at teir fýra, nýggju mennninir á Tvøroyri eru ikki slopnir á skeið, og útlitini fyri at teir sleppa á skeið, eru smá.
Hann sigur, at tað er kommunan, sum eigur at betala skeiðið.
Men kommunan sigur bart út, at hon hevur ikki ráð.
Tí verða nú aðrir útvegir royndir. M.a. at fáa tryggingina at betala fyri skeiðini.
Tað heldur hann hevði ikki verið órímiligt, tí tryggingin er tann einasta, sum fær nakað sum helst burturúr, at eldur verður sløktur.
Áður er tosað við landsstýrið um trupulleikan, men har er onki hent.
Annars heldur hann, at tað er nógv fyri, at vit hava ein brandskúla norðuri við Áir, sum vit ikki hava ráð at brúka.
Og hann saknar eina avgerð um, hvør hevur ábyrgdina av, tá ið kommunan ikki megnar tað.
At verða sløkkiliðsmaður er sjálvboðið, men teir fáa tímaløn tað tíðina, teir eru til arbeiðis og á skeiði.