Flogferðsla/hagtøl
11. september. Dýrari prísir. Tað tykist ikki sum um, at tað er nakað, ið kann halda føroyingum frá at flúgva.
Samlaða ferðafólkatalið fyri 2001 gjørdist 158.056. Tað er einki yvir at dylja, at best umtókta flogleiðin er tann til og úr Kastrup. 128.055 fólk hava hetta seinasta árið ferðast til og úr Danmark. Tað er uppgivið, hvussu stórur partur av hesum hevur ferðast til Kastrup, men tað er givið, at hetta er ein rættiliga stórur partur.
Vanliga er tað Ísland, ið er næst mest vitjaðu ferðamálið hjá føroyingum, men í 2001 var tað Stóra Bretland, sum fekk hetta plássið, og Ísland mátti taka til takkar við einum triðja plássi.
?kki bert ferðafólkatalið hevur sett dám á virksemi í floghavnini. Fráferðirnar og komurnar eru somuleiðis øktar munandi. Í fjør vóru 5.869 fráferðir og komur við flogførum og tyrlum. Hetta er 21,7% meiri enn árið fyri, tá tilsamans 4.821 fráferðir og komur vóru. Størsta økingin stavar her frá tyrluflutningi bæði innanlanda og í frálandavinnuni. Innanoyggja gjørdu tyrlurnar 1.721 ferðir til og úr Vága Floghavn, meðan 511 túrar vóru gjørdir til og frá boripallum í føroyskum sjóøki, skrivar Vága lufthavn í tíðindaskrivi.
Viðvíkjandi post og farmi er tað at siga, at hetta er um tað sama sum í ár 2000. Posturin er farin at lítið vet upp, men farmurin er farin niður.
_Hetta er ikki nøktandi, men stendst av, at rúm ikki hevur verið í flogførunum fyri meira posti og farmi, skrivar Vága lufthavn.
Til Aberdeen
Tey nógvu ferðandi hevur sjálvandi eisini merkt støðuna hjá Atlantic Airways. Felagið hevur nú í eina tíð flogið til og úr Aberdeen í Skotlandi, og hesum ætla teir eisini at halda áfram. Ætlanin er at flúgva tvær ferðir um vikuna til Aberdeen. Túrarnir verða eftir ætlan mánadag og hósdag.
Samstarv við oljufeløgini Agip, Amerada Hess og BP Amoco hevur ment grundarlagið fyri hesi flúgvingini, og tí gjørdu vit av at leingja flúgvingina, so nú verður flogið alt árið til Aberdeen. Annars var ætlanin at steðga flúgvingini í vetur og taka hana upp í summar, sigur Magni Arge, stjóri fyri Atlantic Airways.
Hóast oljuleitingin við Føroyar verður minni komandi ár, so vónar og væntar Atlantic Airways, at tað framvegis fer at loysa seg hjá teimum at flúgva til Aberdeen.