Nógv seinkaður kom fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Al Gore, til Føroya og lendi í Vágum klokkan 23.15. Ein tíma aftan á var hann á Hotel Føroyum, har hann tók bakdyrnar Stórur munur var á, tá Bill Clinton vitjaði í Føroyum 1. oktober í fjør, og nú fyrrverandi varaforseti hansara, Al Gore, er komin.
Tá Clinton trein á føroyska jørð, tosaði hann við tíðindafólk og onnur áhugaði bæði á flogvøllinum og á Hotel Føroyum. Viðmerkjast skal, at hetta var tíðliga á degnum og í betri líkindum enn hesum.
Al Gore hevði harafturímóti ongan hug at vísa seg fyri teimum tíðinda- og myndafólkum, sum vóru møtt upp á Hotel Føroyum at standa fyri honum í vón um at fáa bæði viðmerkingar til Føroya-ferðina og myndir av honum, tá hann kom á hotellið klokkan 00.15, har eisini fitt av øðrum áhugaðum bíðaðu í spenningi.
Líka sum tá Clinton kom, varð roknað við, at Gore fór at verða settur av við høvuðsdyrnar, men so var ikki. Áðrenn nakar visti av, var hann horvin inn ígjøgnum bakdyrnar, og tí fóru tíðindafólkini heimaftur ?ongul í reyv?, fyri at brúka eitt rámandi føroyskt orðatak.
Um Al Gore vísir seg fyri almenninginum - sum Bill Clinton gjørdi tað við einum býtúri - áðrenn hann skal á pallin í Norðurlandahúsinum klokkan 14, er enn óvist.