»Gormur« og hvalur til havs

Vaktarskipið »Gorm« var á Sørvági sunnudagin og klokkan 15.30 fór »Gormur« við hvalinum. Ætlanin er at sleppa honum 15 fjórðingar norðanfyri. Deyði hvalurin var helst ein avgustur (kallhvalur) ella spermur, sum hann eisini verður róptur

Tað tók sína drúgvu tíð at fáa hvalin av aftur sandinum í Sørvági, men hósdagin tók Sørvágs Kommuna sær so av málinum í fyrstu atløgu. Heitt var á Sørvágs Laks, um at lána teir tríggjar alibátarnar til uppgávuna at fáa togað hvalin av Sandinum og yvir móti bryggjuni, og fríggjadagin fóru bátarnir so undir uppgávuna og hongdu hvalin við bryggjuna, til vaktarskipið »Gorm« fór at koma eftir honum. Og sunnudagin kom so »Gormur« nakað fyri døgurðatíð, og um 1-tíðina hekk hvalurin longu afturúr vaktarskipinum.


Alt hetta arbeiði gekst væl í hond, tó at tað tók sína drúgvu tíð, og klokkan 14.30 lætti »Gormur« akker og sett kós norðureftir. Nakað ringur sjógvur var uttanfyri, men skiparin á vaktarskipinum Julian Martin Juul metti ikki, at nakar vandi var á ferð í sleipingini. Vaktarskipið fór at sleppa hvalinum einar 15 fjórðingar úr landi, og so er bert eftir at vóna at hann kemur ikki hendavegin aftur.


Avgustur

Spurningurin, hvat hetta var fyri ein hvalur, er ikki loystur enn av nøkrum serfrøðingi, men onkur sørvingur helt seg síggja, at hvalurin helst hevur verið ein avgustur ella spermur. Hann máldi hvalin til um 15 metrar og metti hann nú til eini 30 tons. Eingin ivi var so um, at hetta var ein kallhvalur!


Í frálíku bókini »Villini súgdjór í Útnorðri« eftir Doretu Bloch og Edward Fuglø, stendur at lesa um avgustin, at kallhvalurin verður 15-18 metrar langur og vigar 57 tons. Kvennhvalurin verður 11-12 metrar langur. Í bókini verður eisini sagt, at eingin enn hevur borið eyga við kvennhval undir Føroyum, Íslandi, Noregi ella Danmark.


Avgustur verður í minsta lagi 60-70 ára gamal, stendur at lesa í bókini, og hann er fullvaksin 25-30 ára gamal. Og vit vita ikki, um hesin hvalurin á Sørvági doyði av elli ella um onkur tól hava verið í honum, so hann kanska er deyður av ár 2000 trupulleikanum!