Ågot landar í morgin

Ågot hevur havt ein góðan túr, tó at veðrið til tíðir hevur verið buldrarligt.

Teir koma inn at landa í morgin og hava seinastu dagarnar havt rættiliga gott fiskarí - um 5-6 tons í snitt um dagin – seinnu dagarnar meir. Teir hava roynt norðanfyri Føroyar í tilsamans 28 dagar.

Teir heysa og rundfrysta fiskin – meginparturin er toskur, men nakað av hýsu er eisini uppíí.

Teir liggja og draga norðanfyri – vestastir á, har tað eisini eru hópin av øðrum bátum: Stapin, Vesturhavið, Búgvin, Falkur, Heykur, Oknin, Sigatindur, Núpur og fleiri.

Teir hava eini 150 tons og kunnu vænta sær eini kr. 28,- pr. Kg. So um teir ikki sleppa avstað aftur vegna sjúku ella onkur smittaður kemur umborð, kann tað gerast ein smeitur fyri skipið.

##med2##

Vegna sóttina og smittuvanda hevur manningin á Ågot valt sjálv at landa. Tá ið liðugt er at landa - eini 10 -12 tímar, fær manningin ein betri bita umborð.

Teir verða eftir ætlan sovandi umborð, hetta fyri at minka um smittuvanda og fara avstað aftur leygarkvøldið.

##med3##

Talan er um álvarsama støðu fyri skipið, har umráðandi er ikki at fáa smittuna umborð.

Tí hava teir vælt sjálvir at landa, sova umborð og ikki í landi og fara at kalla allir avstað aftur leygarkvøldið.