Gott fyri børnini

Seinastu vikurnar hevur sandbáturin tømt eina last fyri og aðrar eftir í Sandagerði. Tilsamans skulu 10.000 rúmmetrar av sandi, 20-25 bátar, leggjast har.

Hetta verður gjørt fyri at fáa langan og breiðan sand í Sandagerði, soleiðis at har verður betri hjá børnunum at spæla

Tað er ein áhugabólkur, sum hevur arbeitt við hesum máli. Byrjað varð longu í fjør.

700.000 krónur fær ætlanin frá einum grunni hjá A. P. Møller til arbeiðið.

Í næstu viku gevast teir við at leggja sand í Sandagerði, og so verður farið at byggja tolilett har. Samráðst verður við um hetta.

Tað mesta av sandinum verður lagdur undir Landssjúkrahúsinum, men har verður hann ikki liggjandi. Sandurin leggur seg vi tíðini sjálvur tvørtur um, vísa allar kanningar.

Um pengarnir røkka, verður farið eftir meira sandi, sum i hesum føri kemur av Rituvík.

Ikki bara børnini fáa gleði av sandinum í Sandagerði. Sandagerði er góðkend hvalvág, og grindamenninir vænta, at grindavágin verður nógvar ferðir betri við meira sandi.

Sandurin verður ikki liggjandi í allar ævir, har hann verður lagdur. Hann máast so spakuliga burtur aftur, og tí verður helst neyðugt at fáa sand aftrat triðja hørt ár ella so.