- Gott og gamalt fløgugull

Leygardagin lat upp nýggjur handil, har til ber at keypa eldir útgávur av fløgum, filmum og øðrum slíkum tilfari.  Vit fara at hava sera lagaligar prísir, sigur eigarin, Jesper Sundien.

Havn: - Eg haldi, at tað er í fínasta lagi við einum slíkum handli.
- Her havi eg funnið fleiri fløgur, sum eg havi leitað leingi eftir. Eg hevði faktist uppgivið at finna tær, men her hjá Jepser, her fann eg tær.
Ein av fyrst kundunum í handlinum Music og Movies var Vár í Gong. Hon kennir Jesper og visti tí um henda handilin.
- Eg haldi at hetta er eitt gott hugskot. Her ber nevniliga til at fáa góðar fløgur, og so kosta tær haraftrat 3-4 ferðir minni enn tær nýggju, sigur Vág í Gond við Sosialin.
Henda fyrsta dagin vóru fleiri fólk inni og hugdu. Og fleiri teirra fóru út aftur við einum gamlari fløgu í posanum.

Gamla tilfarið farið
Eigarin, Jesper Sundien er sera spentur uppá móttøkuna av hesum handlinum.
Sjálvur dámar Jesper væl at ganga í slíkar handlar í Danmark, og so líðandi var hugsanin komin, um ein ikki átti at farið undir ein slíkan handil í Føroyum eisini.
- Í teimum stóru handlunum er lætt at fáa fatur á tí nýggjasta tilfarinum. Men spyrt tú eftir tí gamla tilfarinum, so er tað langt síðani útgingið hjá teimum, sigur hann.
Men í Music og Movies ber til at finna tær gomlu fløgurnar  tað gamla gullið, sum Jesper málber seg.
Ein annar av kundunum henda fyrsta dagin, ið opið var, hevði eisini leingi leitað eftir eini ávísari gamlari fløgu við Deff Leppard. Higartil uttan úrslit, men í nýggja handlinum fann hann júst hesa fløguna.
Jesper hevur fingið samband við góðar leverandørar í Danmark, soleiðis at hann altíð fer at kunna hava eitt breitt og gott úrval av eldri fløgum, filmum og DVDum.
- Hóast hetta eru eldri fløgur, so er kortini ikki talan um nakað bílagt bras, sigur Jesper.
Tær gomlu fløgurnar fara at kosta um 49 kr., meðan DVD-filmarnir fara at hava ein lágan, men kortini meiri skiftandi prís.
Hølini hjá Music og Movies liggja væl fyri í Sverrisgøtu í Havn. Tí kann væntast, at nógv fólk fara at vitja inn á gólvið hjá nýggja handlinum.