Gott várveður

Eitt hátrýst fer komandi dagarnar at liggja nærindis Føroyum, men fer seinni í ein útsynning, meðan brúgvaløg nærkast av útnyrðingi.

 

Í dag verður turt og samdrigið og hitin millum 6 og 10 stig. Í kvøld og í nátt verður partvís klárt, men út á náttina møguliga mjørki í støðum. Hitin um 5 stig. Alt samdøgrið verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s.

 

Í morgin verður eitt lítið lot av suðri og útsynningi, undir 5 m&s. Turt og skýggjað ella mjørki, men út á dagin sólglottar í støðum. Hitin millum 5 og 10 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av vestri ella útsynningi, 3 til 8 m/s. Turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin um 3 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av vestri, seinni norðri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, út á náttina klárar í. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, um náttina frískar hann vindin av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Alt døgnið turt og yvirhøvur skýggjað og hitin um 5 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul, í støðum upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 5 til 13 m/s. Turt og skýggjað, men út á dagin klárar í. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og kanska regn. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og serliga um náttina verður regn av og á. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.