Grønland hart rakt av kynssjúkum

Títtleikin av kynssjúkunum gonoré og syfilis í Grønlandi er 10 ferðir størri enn í eitt nú Danmark, og í Grønlandi eru fleiri abortar enn føðingar.

Títtleikin av kynssjúkunum gonoré og syfilis í Grønlandi er 10 ferðir størri enn í eitt nú Danmark, og títtleikin av klamydia er enn størri. Haraftrat eru færri føðingar, enn tað eru abortar.

 

Tað skrivar grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag. Lagt verður aftrat, at tað hevur ikki skortað upp á átøk í Grønlandi, sum hava havt til endamáls at fáa grønlendingar at brúka hít undir samlegu.

 

Talið av íbúgvum við kynssjúkum, sum venda sær til heilsuverkið, er framhaldandi ógvuliga stórt - uttan tekin um, at talið fer at minka, og sama er galdandi, tá ræður um abortar.

 

Í fjør vóru tilsamans 1.323 tilburðir við gonoré, flestu millum 14 og 30 ára gomul, og hetta tal hevur verið nøkulunda støðugt í fleiri ár.

 

Fyri kynssjúkuna klamydia vóru tilsamans 3.051 tilburðir í fjør, og aftur her vóru flestu tilburðirnir millum fólk í 14 til 30 ára aldri.

 

Tilburðirnir av syfilis, sum vóru rættiliga nógv minkaðir í nøkur ár, hava aftur verið í vøkstri síðan 2010, og bara í eitt ár - árini 2015 til 2016 - vuksu tilburðirnir við heili 30 prosentum. Soleiðis vórðu 71 tilburðir við syfilis staðfestir í Grønlandi í 2016.

 

Í 2016 vórðu 830 børn fødd í Grønlandi, og sama ár vórðu 855 abortar skrásettir, skrivar grønlendska heimasíðan.