Grønlendskur singer/songwriter á AME

Tá Angu vitjaði í Føroyum í heyst, lýstu fyrireikararnir hann sum tann grønlendska Teitur. Á AME kemur Angu aftur til Føroyar.

Angu er føddur í Qaqortoq í Grønlandi, men býr nú í Danmark, har hann livur sum tónleikari og sangskrivari. Hann er vorðin somikið væl umtóktur í Danmark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heiðurslønina fyri besta nýggja navn.

 

Angu hevur altíð havt tónleikin í lívi sínum við ljóðførum og plátuspælara í heiminum. Sum tannáringur spældu Angu tungmálm og grunge, áðrenn hann vendi sær móti siðbundnum singer/songwriter tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sungin á enskum.

 

20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har hann royndi at fáa eina útbúgving innan KT, men hugurin til tónleikin var ov sterkur. Hann endaði tí sum upptøkutónleikari í einum lokalum upptøkuhøli. Í hesum arbeiði varnaðist stjórin á Atlantic Music røddina hjá Angu, og bjóðaði honum ein sáttmála. Fyrsta fløgan varð upptikin í ávikavist Grønlandi og Danmark, og seldi ikki færri enn 5000 eintøk í heimlandinum, umframt, at hon varð givin út í Danmark.

 

Í løtuni arbeiðir Angu við síni aðru fløgu. Hon kemur væntandi út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni, tá hann vitjar á AME.