Grand Martiné

Nýggjárskonsertin 1998

Hetta var fimta nýggjárskonserrtin hjá Føroya Symfoniorkestri ? tann fjóðra, sum beinleiðis fór í hvønn krók í landinum.

Hetta tiltak hevur fest røtur, og gott í teir, sum kenna ábyrgd av hesum ? á okkara leiðum ? nýggja siði.


At hesin siður er við at vinna føroyska áhoyraran, var góða undirtøkan svitaleyst prógv um: Tvær framførslur fyri fullum húsum.

Hevði leitað mær niðan í Húsið til fyrru konsertina. Hetta fyri at hava møguleika at uppliva konsertina bæði í høll og á skermi. Tað svitast ikki, at høllin er størra upplivingin ? haldi eisini at fyrra konsertin eydnaðist betur í fleiri førum ? men skermurin og útvarpið geva eisini eina góða mynd, har smálutir koma undan kavi, ið tú valla varnast í høllini.


Væleyðnað konsert

Kanska besta í røðini ? um alt verður talt saman. Roknistykkið er ikki av teimum truplu: nógv positivt at draga fram og fáa lýti at draga frá.

Spælið var javnt gott, góður strúkaraljómur og neyvleikin á heilt góðari leið ? stundum sera neyvt. Hetta er serstakliga gleðiligt, tá hugsað verður um, at so nógvir ungir spælarar vóru at síggja í hópinum.


Snið

Vit ganga inn og út við gamla Strauss og Radetzky. Hetta er ikki nakað nýtt, tá hugsað verður um nýggjárskonsertir aðrastaðni, men hesin táttur sýnist at virka væl her hjá okkum eisini.

Okkurt nýtt, okkurt forkunnugt og hampuliga kent, og seinast ? men ikki minst ? góðu gomlu nýggjárskenningarnir.

Kórið sær út til at hava vunnið fastan sess, og væl hóskar kórsangurin í føroyska nýggjárshugan.


Tjóvska skjóran

Ein lættfloygdur Rossini smeyg sær um høllina, sum tjóvur undan malandi verjueygum úr glasi.

Rossini er lættur á tónunum. Undir lættfluttu violinunum stetla glaðu smástrokini hjá bassunum. Sera væl ljóðaðu strúkararnir, og væl komu týttu styrkibroytingarnar fram í øllum orkestrinum. Hvíti dirigentstavurin var væl hildin í hesu glaðu overturu.

Kom at hugsa um einaferð tey »Kongaligu« framførdu »Barberin í Sevilla« í høllini á hálsi fyri mongum árum síðan. Tað vóru ikki skjórur, men ein yvirvaksin staraflokkur, sum settu sín dám á hesa konsert. Staraflokkurin settist á tekjuna at rinda møðina, men skjótt funnu stararnir stevið í vælkendu »overturuni«, og fámenta orkestrið mátti lúta fyri stevfasta róminum á tekjuni. Hetta tók kortini ikki royndu tónleikararnar av fótum ? teir sótu í skellilátri og fingu neyvan spælt eina góða løtu.

Sjálvt uttan staraflokk fekk Rossini eisini smíl á varrarnar henda illfýsna seinnapart í Norðurlandahúsinum.


Dvorak og ein framúr Eero Voitk

Eftir mínum tykki nógv tann stórsta tónlistarliga upplivingin var hetta lítla og hugtakandi verkið eftir Dvorak.

Tórður Mikkelsen lat okkum vita, at Dvorak ivaleyst hevði havt sína gongd millum seyðamenn, var hann uppvaksin í Føroyum. Ikki var sørt av fjallgongu í hesum verki heldur ? heitir seyðamenn, bannandi bøllutar eiðir yvir ólátaðar hundar, og sorgblíð heiðaljóð eftir stravnan loknan dag.

Ein vælspæld cello er nakað av tí vakrasta, og Eero Voitk spældi framúr vakurt. Sorgblíða temaið varð framborið við dreymakendum dámi, og teir knøppu og meiri ágangandi tónarnir dagaðu fram, sum hvassar fjallarøðir í sólarrenning.

Martin livdi sera væl við í livandi spælinum og helt tryggur í teymarnar á orkestrinum, ið livandi bylgjaði við á lyrisku tónarøðunum.

Frálíkt.


Barba

Hevði eitt sindur ilt við at fáa høvd og hala á satsunum. Onkur av satsunum var sera stuttur og endaleysur ? áhoyrarin fekk ikki stundir at liva seg inn í myndina.

Overturan varð spæld saman við eini mynd av Harra Páli, ið stígur á land á klettunum fyri fyrstu ferð. Tónleikurin var eyðkendur filmstónleikur. Eitt einfalt tema, ið spakuliga veksur fram úr fyrruni. Kom at hugsa um Carl Nielsen og hansara »Fantasirejse til Færøerne«.

Orkestrið spældi hetta langa »crescendo« sera livandi og »filmiskt«: Nú fer okkurt at henda?, men tónleikurin ber ikki og fjarar burtur.

Tað, sum órógvaði meg mest, vóru myndirnar og nøvnini á satsunum. Ein satsur nevndist: »flugt«, men hvussu eg royndi, kundi eg við mín besta vilja ikki hoyra nakra flýggjan í tónunum.

Ein mynd sýndi Barbu og Pál í hvanngarðinum ein góðan summardag: blómuangi, sól, summar og eros! Men tónleikurin hekk stillur í luftini.

Seinasta lagið, ið bygt er á sálmin, »Sorrig og glæde«, var heldur meira heilskapað. Her vóru nakrar dramatiskar vendingar, sum orkestrið fekk sera nógv burturúr. Heldur tunnligt var tó við sjálvum tónlistarliga bygnaðinum ? eitt sindur merkt av endurtøkum.

Tónleikurin er vakur í mannaoyrum, men eg saknaði filmin. Tónleikur í høll og á fløgu er ikki tað sama, sum tónleikur á filmi.

Nú veit eg ikki, hvussu fráboðaða fløgan verður sett saman, men í míni verð skal nógv gerast við tónleikin, áðrenn hann kann bera einsamallur ? uttan film.


Syrpa a la Knút

Nei! Ikki er talan um eitt óreint konufólk, men um eina stuttliga samanseting av nøkrum av teimum óteljandi vøkru løgunum, ið Knút hevur »rist« úr ermuni.


Føroyar mín móðir.

Ávaringarkent ljóð í blástri, eitt sindur nútíðarkent aftursvar í orkestri, og kórið tekur ramliga undir. Vit skifta millum menn og kvinnur ? og orkestur og kór.

Eitt sindur av stílskifti er millum kórsatsirnar og orkestursatsirnar, ið býtað verkið upp í partar. Hetta gevur verkinum ein frískan dám, men kanska eisini eitt sindur av »stílórógv«, og tú verður kanska eitt sindur skakkur, tá kórið knappliga tekur tráðin upp, ið kanska ikka var við hondina!

Løgini hjá Knúti eru vøkur og hava sínar væl royndu dygdir. Tey eru einføld, men sera greið í síni talu: »Minnist tú í haganum«, og tónarnir leika, sum smálomb á bønum.

»Mær leingist at fevna teg grønkandi vár« ? og tað hoyrist á bæði kóri og orkestri, at nú eru vit troytt av vetrinum, og saman við Knúti kenna vit okkum trygg ? nú stundar móti vári.

Kórið sang vakurt ? eitt sindur »yvirsungið« við hvørt kanska, og orkestrið spældi væl.

Fekk ikki nakra veruliga mynd av samansetingina av verkinum. Í støðum ljóðaði væl, onkrastaðni stuttligt og eitt sindur »moderna«, men heildarmyndin var eitt sindur rótut ? kanska var tað ætlanin?


Nýggjársparturin

Sum heild kom orkestrið væl frá hesum partinum.

Vit fingu eitt sindur av hvørjum. Vøkur kend løg, og eitt sindur av skemtiligum eisini.

Eitt sindur vandamikið er at fara undir kend verk, sum »An der schönen, blauen Donau«. Verkið er sera kent, og ikki serliga samanhangandi. Ikki er lætt at fáa øll skiftini at »glíða« hvørt inn í annað, men væl eyðnaðist í flestu førum.

»Pizzicato Polka« er ógvuliga avdúkandi. Men hetta vakra og sera skemtiliga lítla verk fekk sera góða móttøku, hóast Pegasus í einum føri misti ein skógv og gjørdist eitt sindur haltur. Tó hevði smiðurin bøtt um hetta til seinnu konsertina. Tað skal tó sigast, at verk sum hetta krevja »yvirskot«, skulu tey veruliga koma til sín rætt.


»Københavns Jernbane Damp Galop«

var stuttligasti parturin av skránni. Um tokini órógva tónleikin í konserthøllini, hví so ikki gera tey til part av tónleikinum?

Hetta hevur Lumbye gjørt í hesum skemtiliga verki.

Við sannførandi myndugleika førdi rúsdrekkaráðgevin tokið gjøgnum tónleikin: Floytuna í munninum, eimin í aðrari hondini og hjólini í hinari!

Væl gekst ferðin gjøgnum høllina, til Kanny Konduktørur boðaði frá, at nú vóru vit í Roskilde.

Einasta atfinningin fer til myndamannin hjá sjónvarpinum, ið var ikki til reiðar at taka ímóti á farstøðini.


Martin og orkestrið

Vælupplagdur og vælfyrireikaður setti Martin Mouritsen sín dám á hesa frálíku konsert. Sera neyvt og livandi leiddi hann orkestrið frá byrjan til enda. Tað er gleðiligt, at hann er farin at leggja seg meira eftir at liva við í tónleikinum ? hetta »smittar« beinanvegin, og orkestrið verður meira livandi.

Heldur henda menning fram, eiga vit í framtíðini ein frálíkan dirigent í Martini.


Orkestrið spældi sum heild sera væl, hóast dygdin í spælinum var eitt sindur bylgjandi. Neyvleikin var ó heilt góðari leið, og »klangur« og »balanca« vóru fragd fyri oyrað.

Munur er sjálvandi eisini á verkum ? summi eru meira spennandi enn onnur.

Har orkestur og Martin kendu seg heima, fingu vit eina frálíka uppliving.


Havi ikki skift áskoðan, síðan eg fór umdir at skriva hetta ummæli: Eftir mínum tykki higartil besta nýggjárskonsertin.

Heldur henda menning fram, hava vit nógv at gleða okkum til.