Grannarnir býttu stigini

Hvørgin partur kann brúka javnleikin til tað stóra

Leygardagin var grannauppgerð í Fuglafirði millum ÍF og LÍF. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, eftir at fuglfirðingar høvdu verið á odda 1-0 í hálvleikinum.

Javnur dystur
Úr Fuglafirði siga tey at dysturin var gjøgnumgangandi javnur, og at úrslitið av dystinum tí var ein góð mynd av dystargongdini. Dysturin var ikki serliga væl leiktur, men leikferðin var høg, og bæði lið bardust manniliga.

Fleiri málmøgleikar vóru í dystinum til báðar partar, men tað komu ikki fleiri enn tey tvey málini.

Fyrra málið í dystinum kom í fyrra hálvleiki, og tað átti heimaliðið. Høgni Zachariassen skeyt hornaspark, sum varð snittað víðari til Rúna Petersen, ið ótarnaður kundi leggja ÍF frammum.

Leirvíkingar svaraðu aftur í seinna hálvleiki, tá Petur Sjúrðaberg fekk javnað. Eftir at ÍF-verjan ikki fekk bóltin burtur, kom Petur at standa væl fyri inni í ÍF-brotsteiginum, og LÍF-framherjin kundi lættliga seta bóltin framvið ÍF-málverjanum til 1-1.

Keðiligt úrslit fyri báðar partar
Hvørgin partur kann brúka javnleikin til tað stóra í stríðum um uppflyting. Týdningurin av dystinum var stórur fyri bæði Eysturoyar liðini, sum bæði royna fylga við í kappingini um uppflyting í fremstu deildina. Úr Fuglafirði verður at sagt at stóri týdningurin av dystinum allarhelst, var høvuðsorsøkin til, at leikliga flogið yvir dysturin var so sum so.

Tó so bæði lið tóku við javnleikinum eitt stig inná sumbingar, sum tapti sín dyst um vikuskiftið. ÍF og LÍF eru í løtuni ávikavist 4 og 3 stig frá sumbingum.

Fuglfirðingar hava ein dyst eftir á heimavølli eftir ímóti sumbingum, og tá skulu teir helst vinna. Komandi vikuskiftið spælir ÍF í Gundadali ímóti B36, og tá kravið einfalt- einki annað enn trý stig.

Leirvíkingar stóðu seg væl í fyrru helvt, men í seinnu helvt hevur gingið heldur striltið. Liðið hevur bert megnað at fingið eitt stig úr møguligum seks. Komandi vikuskiftið koma klaksvíkingar um fjørðin á vitjan, og tá fáa leirvíkingar møguleika at rætt uppá gongdina seinastu dystirnar.

Dysturin í tølum:
ÍF-LÍF 1-1 (1-0)
1-0 Rúni Petersen
1-1 Petur Sjúrðaberg