Tað byrjar spakuliga at stunda til jóla, og hetta merkir, at fremstu kappingarnar í føroysku vetrarítróttunum fara í vetrarfrí. Tó hava føroysk hondbóltsáhugað nokk at gleða seg til restina av vikuni, tí at tilsamans skulu heili átta dystir avgreiðast í FTZ- og Hvonndeildini mikudagin og leygardagin.
Tríggir av hesum dystum verða spældir í kvøld. Í høllini á Hálsi er dupultdystur ímillum grannafeløgini Kyndil og Neistan, meðan FTZ-dystur eisini verður spældur í Hoyvíkshøllini ímillum H71 og Kyndil.
Tað verða fyrst kvinnufeløgini hjá høvuðsstaðarfeløgunum Neistanum og Kyndi, sum leggja til brots nú klokkan 18.30. Herfyri vóru fleiri av leikarunum liðfelagar á føroyska kvinnulandsliðnum í samband við HM-undankappingina, ið varð hildin í Føroyum, men nú skulu fleiri av hesum kvinnum aftur venja seg við at spæla ímóti argastu kappingarneytum sínum í oddastríðnum í Hvonndeildini. Talan er um eitt satt oddabrak, tí undan dystinum er Neistin á odda við 18 stigum, meðan Kyndil er á øðrum plássi við 16 stigum.
Mansdysturin er ikki eitt líknandi oddabrak, men ein dystur ímillum nummar fýra og fimm í FTZ-deildini. Kyndil hevur 17 stig undan dystinum, meðan Neistin hevur 12 stig. Kyndil er helst favorittur undan kvøldsins dysti, eisini tí, at kyndilsmenn hava vunnið báðar undanfarnu dystirnar dystirnar ímillum liðini í hesum kappingarárinum - ávíkavist 26-22 og 26-24. Hesi úrslit prógva tó eisini, at sannlíkt er, at mansdysturin í høllini á Hálsi eisini kann verða av tí heilt spennandi slagnum.
Í Hoyvíkshøllini eru tað tvey lið í hvør sínum enda av FTZ-deildini, sum hittast. H71 er oddalið við 21 stigum, meðan Team Klaksvík er nummar sjey og aftast við einum stigi.
Kvinnudysturin byrjar klokkan 18.30, meðan báðir dystirnir í FTZ-deildini byrja klokkan 20.