Grannauppgerð og landsdystur í dag

Neistin og Kyndil bresta saman í Havn, og kvinnulandsliðið skal reisa seg í Hafnafirði

Ísland - Føroyar klokkan 17.00

Neistin - Kyndil (Okkaradeildin) klokkan 16.00(FM1 sigur frá dystinum)
Kvinnulandsliðið tapti í gjár 28-20 ímóti Íslandi, í einum dysti har føroyingarnir iðraðu seg um ov nógv mistøk og brendar møguleikar í fyrra hálvleiki.
Í dag klokkan 17.00 sleppa føroysku kvinnurnar at reisa seg, tá ið seinni vinardysturin ímóti Íslandi verður leiktur í Hafnafirði. Dysturin verður vístur á íslendsku sjónvarpsrásini SportTV og kann finnast her: SportTV.is

Neistin er favorittur í Føroyum

Bert ein landskappingardystur er á skránni í dag.
Tað eru Neistin og Kyndil, sum dystast í Okkaradeildini klokkan 16.00
Neistin er stórur favorittur eftir fleiri góðar sigrar í seinastuni, og kann við einum sigri í dag klatra enn longur upp á stigatalvuna og leggja seg undir liðina á VÍF á triðja plássi.

Kyndil hevur havt tað sera trupult hetta sama tíðarskeiðið, og kann neyvan gera sær vónir um at hótta topp-4. Ein sigur á bláu grannunum kundi kortini kveikt eina lítla vón, men eftir dystin í dag eru bert átta dystir eftir í grundspælinum, so Kyndil hevur alsamt meira skund fyri hvørja viku sum gongur.

Seinastu tríggir dystir hjá Neistanum eru gingnir soleiðis:

Neistin - H71 25-26, KÍF - Neistin 21-26, Neistin - StÍF 35-27.

Sí eisini:

Neistin rann StÍF um koll

H71 økti í oddinum - VÍF vendi dystinum

Neistin knógvaði kollfirðingum

Seinastu tríggir dystir hjá Kyndli hava havt hesi úrslit:

VÍF - Kyndil 29-23, Kyndil - StÍF 28-32, Kyndil - H71, 26-34.

StÍF buldrar víðari

H71 vísti stóra styrki og breidd ímóti Kyndli