Granskingarøki ein avbjóðing - eisini innan medisinska økið. Vit eiga at tora

Í stevnuskránni hjá Sjálvstýrisflokkinum stendur at útbúgvingar- og granskingarætlanir, ið kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív eiga at raðfestast høgt á landsins fíggjarlóg

Vegna landafrøðiligu avbyrgingina hava vit í Føroyum góðar møguleikar at granska á eitt nú medisinska økinum og tora vit at taka av hesi avbjóðing, so kunnu vit lættliga byggja ein altjóða granskingarmiðdepil – við føroyskari og útlendskari fígging og vitan. Eini vitan, ið hevur altjóða marknaðin tøkan í somu løtu, sum úrslitini liggja á telduni.

 

Onnur granskingarøki liggja eisini og bíða eftir okkum. Føroysk vind-, aldu-, vatn- og ljósorka eru eisini øki, ið kunnu mennast á umhvørvisvinarliga økinum. Ein greið náttúruvernd er ein sjálvsagdur partur av hesum – tá ber til at fáa mennandi samspæl millum náttúru og orku.

 

Vit eiga at stuðla gransking og finna úrslit í einari føroyskari granskingarpark. Hesum torir Sjálvstýrisflokkurin at arbeiða fyri.

 

Granska tína hugsan – vel Sjálvstýrisflokkin !