Grát mín elskaði býur

Vit sóðu tað síðsta ár, og nú síggja vit tað tíverri aftur í ár.

Borgarstjórin og tann vinstravenda samgongan í Tórshavnar býráð gevur enn eina ferð einum felagskapi sersømdir, sum gongur ímóti flestu kristnum og siðsøguligum virðum  í Føroyum.

 

Og borgarstjórin og samgongulimir ganga enntá  sjálvar á odda við at mála strípurnar á vegin í Steinatúni.  

 

Sum býráðslimur fyri Fólkaflokkin vil eg staðiliga mótmæla at Steinatún og Havnin á henda hátt verður mála við lgbt+ litum.

 

Eg spyrji eisini enn einaferð borgarstjóran, Elsu Berg eins og eg gjørdi síðsta ár, tó uttan at fáa nakað greitt svar:

 

Hvør hevur givið loyvið til hetta?  

 

##med2##

 

Hevur hetta verið í avvarandi nevnd ella í býráðnum til viðgerðar og støðutakan ?

Hevur ferðslunevndin góðtikið hetta ?

Og eru grannar í Miðbýnum hoyrdir ?

 

Vónandi kann borgarstjórin svara okkum mongu borgarum, sum als ikki vilja góðtaka slíka vandalismu á vegnum í Miðbýðnum, har børn, ung og eldri skulu ganga næstu dagarnar og á Ólavsøku.

 

Eg sigi bara : Grát mín elskaði býur.

 


Birgir Nielsen, býráðslimur

Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð