Greenpeace hevur tikið Rokkin

-Við at hertaka Rockall vilja vit vísa øllum heiminum, at stundin er komin til at gevast við allari oljuleiting.

Greenpeace í Bretlandi hevur tikið Rokkin ella Rock-all. Hetta henda gjáramorg-unin. Ein tyrla setti trý fólk niður á einsamalla klettin í Norðuratlantshavi í einum yvirlivilsishylki.

Sue Cooper, pressutals-kvinna hjá Greenpeace í London sigur við Sosialin, at tey hava gjørt hetta fyri at móttmæla alla oljuleiting á Atlantsmótinum te. ?Atlantic Frontier³, sum er alt tað stóra økið millum Hetland og Føroyar og so økið sunnan fyri millum Føroyar og Írland.

-Vit vilja hava alla oljuleiting steðgaða orsakað av tí ávirkan hon hevur á veðurlagsbroytingar.

Uppá fyrispurning um Greenpeace við tiltøkum sínum á hesum leiðum eisini vil steðga oljuleiting við Føroyar, sigur talskvinnan, at tað ger tað.

-Okkara grundleggjandi sjónarmið er, at øll nýggj leiting í heila tikið eftir olju eigur at steðgast, tí vit kunnu ikki loyva okkum at brenna bara so mikið sum ein fjórðing av teimum goymslum vit kenna til í dag - uttan at hetta skal fáa álvarsligar fylgjur.

-Vit tosaðu við ein kampanjuleiðara hjá Greenpeace í Danmark herfyri og segði hann, at atgerðirnar og kampanjan hjá Greenpeace í Bretlandi hevði einki við føroyska økið ella Føroyar at gera!

-Kampanjan í løtuni leggur seg eftir bretskum sjógvi, men okkara mál er at taka hetta mál upp globalt. So í veruleikanum mótarbeiða við øllum nýggjum leitingum, eisini tí í Føroyum.

Sue Cooper sigur, at orsøkin til at tey hava valt Rockall í hesi herferðini er tann, at heili fýra lond gera krav uppá Rockall og tí vóna tey, at stjórnirnar í øllum hesum londum fara at geva tiltakinum ans.

Greenpeace vil eisini vísa á dupultmoralin hjá stjórnum, sum øðrumegin siga, at neyðugt er við tiltøkum fyri at verja veðurlagið, men hinumegin skunda undir oljuleiting.


Gevist við oljuleiting og tit fáa Rokkin aftur

Greenpeacetalskvinnan sigur, at stjórnin kann fáa Rokkin aftur, tá hon steðgar leitingini eftir olju. -So tey trý fólkini hava gjørt seg út til at vera á klettinum leingi.

Stutt frá Rokkinum liggur so eitt av skipunum hjá Greenpeace.

Uppá fyrispurning um Greenpeace eisini hevur í hyggju at gera seg inn á feløgini, sum leita eftir olju, eitt nú við at forða teimum í at gera seismiskar kanningar sigur Sue Cooper, at Greenpeace í sínum kampanjum móti oljuleiting fer ikki at siga nakað um, hvørji tiltøk felagsskapurin fer at taka til í framtíðini.

Hon váttar tó, at Greenpeace hevur valt út júst Atlantsmótið í herferð síni móti oljuleiting og fram-leiðslu um allan knøttin - fyri at gera heimsins leiðandi ídnaðar- og oljuframleiðandi tjóðir varugar við álvaran í herferðini hjá felagsskapinum.

Sosialurin skilur, at fólk í oljuvinnuni taka vaksandi virksemi há Greenpeace á Atlantsmóti í stórum álvara, tí júst hetta økið hevur so stóran týdning í leitingini hjá oljufeløgunum eftir nýggjum olju- og gasskeldum.

Herfyri útsetti BP framleiðsluna frá tí fyrstu oljukelduni vestan fyri Hetland í óvissa tíð. Orsøkin er sambart BP tann, at teir hava funnið onkur brek á útbúnaðinum, sum stendur á havbotninum og hetta vilja teir bøta um. Óváttaðar keldur vilja tó vera við, at ein orsøkin kann vera óttin fyri, at Greenpeace skal gera álvara av at steðga framleiðsluni so ella so.

Tað er ikki so langt síðani, at umboð fyri Greenpeace mótmæltu framleiðsluni á Foinaven uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá BP í Aberdeen.

Tað er greitt, at við tiltøkum sínum á Atlantsmótinum hevur Greenpeace eisini sett fokus á Føroyaleiðirnar, og spurningurin er, um hetta kann fáa ávirkan á kanningarnar og komandi oljuleitingina á føroyska landgrunninum. Eingin ivi er um, at fer tað at eydnast Greenpeace at steðga oljuleiting vestan fyri Hetland og við Rockall tvs. skamt frá okkara egna marki, so kemur túrurin eisini til Føroyar, tá fyrsta útbjóðingarumfar hevur verið og oljufeløgini av álvara skulu til at leita eftir olju.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Oljufyrisitingini ella nøkrum oljufelag til hetta.