Greiður sigur til Neistan

VB brendi alt for nógvar møguleikar til at bjóða Neistanum av

Neistin fekk í hevnd fyri tapið Vági fyrr í ár. Neistin vann 27-21 og var á odda at kalla allan dystin. Neistin hevði neyðuga tamarhaldið á dystinum,  til at halda VB frá at gera tað spennandi.

 

Hinvegin, so hevði VB fleiri møguleikar at gera tað spennandi, men brendi millum annað trý brotskøst. VB kom til fleiri møguleikar, men í verjustøðu høvdu tær stórar trupulleikar av vongspælinum hjá Neistainum, sum riggar framúr væl. Meginparturin av málunum hjá Neistanum vóru væl spæld álop, sum vóru skoraði frá vonginum.

 

Eina lítla løtu í seinna hálvleiki tóktist VB vilja bjóða av, tá Gurið Mortensen kom á vøllin, men Neistin hevði tamarhald á støðuni við alltíð at skora, tá VB nærkaðist. Tá so VB aftur fór at misnýta møguleikar, so var spælið úti fyri gestirnar úr Vági.

 

Tríggir spælarar hjá Neistanum skoraði fimm mál í part. Birita Jacobsen og Eir Berg skoraðu málini yvir allan dystin, meðan Súsanna P. Nólsoy skoraði øll síni fimm mál í seinna hálvleiki. Øll av vinstra vongi.

 

Málskjúttar:

Neistin: Eir Berg 5, Birita Jacobsen 5, Súsanna P. Nólsoy 5, Jacklin Djurhuus 4, Nicoleta Hansen 3, Bára Hansen 1, Birita Wardum 1, Rakul Augustinussen 1

VB: Rannvá Johannessen 5, Gintare Butkeviciute 4, Ingrida Kvodyte 3, Gurið Mortensen 3, Una Egilsdottir 2, Una Nolsøe 1, Helga Kjærbo 1, Laila Jespersen 1

(Trý mál mangla fyribils)

 

 

Neistin - VB: (27-21)

 

Liðugt: Neistin vinnur dystin uttan spenning. Tær eru betri og ikki minst neyvari frammanfyri málið.

58.min: (26-19) Eir Berg er triði spælarin hjá Neistanum, sum skorar fimm mál. Spenningurin er farin úr dystinum. Neistin time out.

55.min: (25-17)Stutt seinna skorar Rannvá Johannessen sítt fimta mál fyri VB, og Birita Jacobsen skorar somuleiðis sítt fimta mál fyri Neistan.

53.min: (23-16) Súsanna P. Nólsoy(Neistin) er fyrsti spælarin at skjóta fimm mál í dag.

49.min: (21-13) VB tekur time out, tær hava skapt møguleikar allan dystin, men nú eina løtu koma tær ikki til líka nógvar møguleikar. Í hinum endanum hevur Neistin tamarhald á støðuni.

48.min: (21-13) Neistin hevur framvegis beina kós móti sigrinum. VB fær útvísting fyri at skumpa Jacklin Djurhuus, tá hon hoppar inn frá vonginum. Jacklin fær heilt greitt ilt av hendingini. Annars er at nevna at Súsanna P. Nólsoy er komin inn í seinna hálvleiki og hevur skorað fýra mál fyri Neistan, meðan spælandi venjarin hjá VB, Gurið Mortensen er komin á vøllin fyri VB og ger mun. Hon hevur skotið trý mál.

42.min: (18-11) VB heldur fram at brenna møguleikar úr góðum støðum, meðan Neistin klárar at halda frástøðuna við nøkrum góðum málum.

31.min: (11-6) VB byjar seinna hálvleik við at misnýta triðja brotskastið í hesum dystinum. Hesa ferð endar bólturin á stongini.

Seinni hálvleikur:

 

Hálvleikur: (11-6) Tað hálvleikur í høllini á Hálsi í kvinnudystinum millum Neistan og VB. Neistin er rímuliga greitt omaná á máltalvuni, men VB hevur ikki tikið av møguleikanum, tá tær hava havt hann. eitt er at Fríða Petersen hevur spælt væl í málinum hjá Neistanum, men fleiri av skotunum raka ikki málið. VB hevur eisini brent tvey brotskøst.

Neistin hevur eisini brent sín part av møguleikum. Serliga á vinstra vongi hevur tað gingið illa at fáa mál.

 

Málskjúttar í fyrra hálvleiki:

Neistin: Eir Berg 4, Nicoleta Hansen 3, Birita Jacobsen 2, Bára Hansen 1, Jacklin Djurhuus 1

VB: Rannvá Johannessen 2, Ingrida Kvodyte 2, Una Nolsøe, Helga Kjærbo 1

 

26.min: (10-6) Bæði liðini brenna nógv frammanfyri málinum.

20.min: (8-3) Fríða Petersen hevur ein góðan dag í málinum hjá Neistanum. Hon hevru tikið brotsspark og einu ferðina var talan um tveir 100% møguleikar.

15.min: (7-2) VB tekur time out. Tær fáa ikki mál og Neistin er á odda við fimm málum.

Dysturin byrjaður:

 

Undan dystinum:

Neistin hevur nakað av hevna frá seinast liðini møttust. Tá vann VB í høllini í Vági. Tað vil neistin ikki hava sitandi á sær. Tá vann VB 29-25. Neistin er uttan Marjuna F. Danberg og liðið hevur í ár ikki verið eins einaráðandi, sum í fjør.