Tá ið fólk í almennum starvi fara upp í politikk, fara tey í farloyvi, og fara tey úr aftur politiska lívinum, hava tey rætt til starvið aftur.
Hetta er eisini galdandi fyri fólk i Kringvarpi Føroya, og nú John Johannesen hvørki er løgtingmaður ella landsstýrismaður longur, hevur hann fullan rætt til at fara í starv aftur í Kringvarpi Føroya. Farloyvistíðin er úti 1. mars.
Men hóast 1. mars er í morgin, veit leiðslan enn ikki, hvønn leiklut John Johannesen fær í kringvarpinum.
Kann ikki vera kritiskur
- Eftir at hava sitið í samgongu í átta ár og haraftrat verið landsstýrismaður, dugi eg ikki at síggja, at hann beinanvegin kann gera kritiskar sendingar, sigur Annika Mittún, kringvarpsstjóri.
Hon væntar, at hann fær onkrar umsitingarligar uppgávur, og tað kann bæði vera á umsitingardeildini og miðladeildini.
- Harfyri havi eg ikki sagt, at hann ikki kann gera sendingar, sigur Annika Mittún.
Hon sigur, at fleiri uppgávur av umsitingarligum slag leingi hava ligið á láni.
Í Danmark hevur almennir stovnar at taka ímóti fólki aftur, sum hava verið í politikki. Hjá okkum er lóggávan soleiðis, at stovnarnir hava skyldu til at seta fyrrverandi politikarar aftur í starv.
- Men tað merkir ikki, at hann hevur rætt til at fáa júst sama starv, sum hann hevði frammanundan.
Annika Mittún veit ikki, um John Johannesen byrjar aftur í morgin ella eitt sindur seinni.