Grind lagt beinini í Vági

Grindin er størri, enn mett frammanundan.

Fyrr í kvøld fann ein bátur grind útfyri Víkarbyrgi.

 

Hildið varð ikki, at talan var um stóra grind, kanska 50 hval, og hildið varð eisini, at springarar vóru í millum, men teir lótu menn sleppa.

 

Nakrir batar komu til, men heldur striltið var at fáa rakstur á grindina. Men um 21 tíðina kom ferð á, og nakað fyri klokkan 22 í kvøld varð grindin hildin til í Vági.

 

Drápið gekk skjótt og væl, og grindin er helst nakað størri, enn mett varð frammanundan, kanska um 100 hval.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##