Grindaboðini í Havn eru nú avblást

Tað var ikki grind, tey sóu í Havn í morgun

Grindaboðini, sum vórðu rópt í Havn í morgun, eru nú avblást.

 

Tað vóru fólk ið hildu seg síggja grind uttanfyri Boðanesheimið í morgun og boðaðu løgregluni frá. Sum tey sóu tað, stóð grindin og grindaðist uttan fyri Boðanesheimið.

 

 

Les eisini: Grindaboð í Havn í morgun

 

 

Bátar fóru alt fyri eitt av stað at kanna málið.Men nú hevur ein grindaformaður boðað løgregluni frá, at talan var ikki um grind kortini. Hann heldur, at tað, fólk hava sæð, og hildið vera eina grind, vóru íðubrot, ella íðukambar