Tað er boðað frá grind í Vestmannasundi, sum væntandi verður hildin til í Leynum.
Í tí sambandinum eru hesi boð frá sýslumanninum fyri Streymoyar sýslu um grindaøkið:
»Tað er boðað frá grind í Vestmannasundi, og sýslumaðurin ger greitt, at allir óviðkomandi bátar, skip, flogfør, tyrlur, dronur og persónar, skulu halda seg í minsta lagi ein fjórðing frá grindini«.
Grindaøkið er ein fjórðing frá grindini á sjónum. Men á landið er fráboðaða grindaøkið tað økið, sum sýslumaður ella løgregla hava sperrað av. Reglan um ein fjórðing frá grindini er bara galdandi á sjónum.