Grind varð sæð uttanfyri Viðoy stutt í klokkan 14.00 í dag. Løgreglan í Havn sigur, at bátar fóru til grindina, og nú verður hin rikin á Hvannasund.
Hvussu stór grindin er, veit man ikki enn. Tað verður tó sagt av politistøðini, at grindin enn ikki er komin til lands.
- Grindin er komin inn móti Svínoyarfirði, men tað rekur norður. Har eru eini fimm, seks bátar hjá henni. Tað verður sagt, at tað er ein hampilig grind. Veðrið er ivasamt, og tí kann tað taka langa tíð, men vit vita ikki enn, sigur Elmar Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi.