Grønland samtykkir fíggjarlóg við sparingum og kroystum landskassa

Grønlendski kassapeningurin er í truplari støðu, og tað sæst aftur í nýggjari strammari fíggjarlóg

Fíggjarmálaráðharrin Muté B. Egede (IA) legði mánadagin fram nýggja fíggjarlóg fyri Grønland. Her er hann avmyndaður á tíðindafundi fyrr í ár. (Savnsmynd). - Mynd: Leonhard Foeger/Reuters

Teir fýra stjórnarflokkarnir í Grønlandi hava í dag gjørt eina fíggjarlógaravtalu fyri 2026.

Tað upplýsir grønlendski miðilin Sermitsiaq, sum var við á tíðindafundinum har fíggjarmálaráðharrin Múte B. Egede (IA) og umboð fyri flokkarnar Demokratiit, Inuit Ataqatigiit, Siumut og Atassut løgdu avtaluna fram.

- Grønland stendur fyri einum nýggjum búskaparligum veruleika, og partarnir hava víst ábyrgd fyri búskapinum, sigur Múte B. Egede sambært Sermitsiaq.

Avtalan snýr seg um at framtíðartryggja búskapin í Grønlandi, sum hevur havt nøkur hørð ár, við "einum hópi av herðandi tiltøkum", sum tað stendur í avtaluni.

Hetta fer at stuðla undir eina "neyðuga styrking av gjaldførinum hjá landskassanum", sum er í "truplari støðu".

Tá grønlendska landsstýrið legði fíggjarlógaruppskotið fram í august, segði Múte B. Egede, at 864 milliónir krónur fóru at finnast í sparingum næstu fýra árini, sambært Sermitsiaq.

Hetta komst millum annað av, at kassapeningurin í landskassanum, sum er eitt annað heiti fyri almennu fíggjarmálini í Grønlandi, fall úr 695 milliónum krónum í 2024 niður í 345 milliónir krónur í 2025.

Tí er tørvur á at skapa yvirskot í almennu fíggjarmálunum aftur, segði landsstýrið.

Í fíggjarlógaruppskotinum eru sostatt ikki stórar upphæddir settar av til nýggj átøk næstu fýra árini.

Tilsamans eru 7,3 milliónir krónur settar av til fýra nýskipanarspor.

Millum annað verður kommunala eftirlitið styrkt við trimum milliónum krónum, samstundis sum tað verður ein árlig sparing á tvær milliónir krónur á umboðan Grønlands í Danmark.

Nýggja fíggjarlógin stendur eisini í stórari andsøgn við fíggjarlógina fyri 2025, har undanfarna landsstýri hevði skattalætta fyri 367 milliónir krónur á borðinum.

Grønlendski landskassin hevur eina árliga fíggjarætlan uppá umleið átta milliardir krónur, harav umleið helvtin kemur frá blokkstuðlinum hjá Danmark.

 

/Ritzau/

 

Fíggjarmálaráðharrin Muté B. Egede (IA) legði mánadagin fram nýggja fíggjarlóg fyri Grønland. Her er hann avmyndaður á tíðindafundi fyrr í ár. (Savnsmynd). - Mynd: Leonhard Foeger/Reuters