Sunda kommuna hevur monterað eina trappu í svimjihylinum á Oyrarbakka. Áður hevur tað bara verið ein stigi, men nú verður betur atkomuligt hjá borgarum at brúka svimjihylin.
Nýggja trappan skal gera tað lættari og tryggari hjá øllum at koma í og úr hylinum. Trappan hevur bæði handlista og eitt gott hall, ið ger tað lættari hjá børnum, eldri og øðrum brúkarum at sleppa trygt í hylinum.
Rørsla í svimjihyli er sera gott fyri heilsuna, og Sunda kommuna ynskir, at svimjihylurin skal verða eitt stað, har øll kenna seg væl og trygg, skrivar Sunda kommuna millum annað á sunda.fo.










