Kristian Magnussen, sosialráðgevi og tingmaður hjá Javnarflokkinum, sigur um úttalilsini hjá Rúnu Sivertsen, at tað ber ikki til at leggja eitt heilt verk undir ikki at umsita lógirnar, so sum tær eiga at umsitast.
? Eg haldi eisini at tað er grov skuldseting, tá ein lóggevi rør upp undir, at starvsfólkið á Almannastovuni umsita lógirnar skeivt.
? Um so er, so mugu vit politiskt taka málið upp, og ikki bert sum í hesum føri, insinuera at starvsfólkið arbeiðir skeivt.
? Tað bøtir ikki um í teirra støðu, nú at fáa eina lortaspann oman yvir seg, sigur Kristian Magnussen.
Hann heldur eisini, at tað er burturvið av tingkvinnuni soleiðis at skjóta inn í rúgvuna.
Sker øll yvir ein kamb
? Um onkur heldur seg vita, at annar fær okkurt sum hann ikki heldur hann hava rætt til, ber ikki til at skera øll yvir ein kamb.
? Vit kunnu heldur ikki lata tey veikastu í samfelagnum yvir til »gadens parlament» at gera av, hvat hvør skal hava o ikki.
Kristian Magnussen heldur, at um hetta er tað einasta gagnliga sum fólkaflokskvinnan ætlar at gera á almannaøkinum, so verður tað ikki lukkuligt hjá teimum, sum hava hjálp og stuðul fyri neyðini.
Ikki øvunda okkara veikastu
? Fólk mugu vísa slíkum pástandum frá sær, og gleðast yvir, at tey ikki hava brúk fyri almennum stuðli. Tað er einki at øvunda teimum, sum er komin soleiðis fyri, sigur Kristian Magnussen.