Fólkatalið á útoyggjunum minkar so nógv, at grundarlagið undir fleiri útoyggjum er í vanda.
Tað er evnið á fólkafundi, sum verður á Kirkju leygardagin.
Leygardagin verður útoyggjastevna á Kirkju í Fugloy og tað er í hesum sambandi, at fólkafundurin verður leygardagin klokkan 18.
Á fundinum er ætlanin at varpa ljós á støðuna, útoyggjarnar eru í.
- Útoyggjarnar eru á einum vegamóti, tí fastbúgvandi fólkið fækkast so nógv í fleiri støðum, at grundarlagið undir at virka, menna og røkja oyggjarnar er í vanda.
Á fólkafundinum er ætlanin at fáa at vita, hvat fólk, og okkara politiski myndugleiki, halda um henda veruleika.
- Eiga vit at gera nakað fyri at steðga hesi gongd, og eru Føroyar ikki fátækari bæði mentanarliga og samfelagsliga, um oyggjarnar ikki eru bygdar, er ein spurningur, sum verður reistur.
- Á fólkafundinum fer Landsstýrismaðurin í innlendismálum og landsstýrismaðurin í mentamálum, umframt umboð fyri andstøðuna á Løgtingi, og útoyggjafelagið, at siga sína hugsan um støðuna hjá útoyggjunum.
Tey fara at umrøða, hvussu bøtt kann verða um livilíkindini hjá teimum, ið búgva á útoyggj og at meta um útlitini fyri, at útoyggjarnar framhaldandi kunnu verða bygdar.
Tey, ið fara at siga sína hugsan, eru Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, ið umsitur útoyggjamál og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, og sum eisini hevur tilknýti til útjaðaran.
Ein onnur, sum fer at røða, er Óluva Klettskarð, umboð fyri Tjóðveldi í Klaskvíkar Býráð, og varafólk á tingi og sum eisini hevur tilknýti til útjaðaran.
Og seinasti røðari er Olga Biskupstø, samskipari í Útoyggjafelagnum og granskari innan samfelgsmenning.
Myndin er av Kára P. Højggard, landsstýrismanni, sum fer at siga sína hugsan um framtíðina hjá útoyggjunum og tað verður tað uttan iva nógv, sum er spent at hoyra.