Tann 15. desember skulu veljararnir í Egyptalandi á fólkaatkvøðu at taka støðu til eitt uppskot um nýggja grundlóg. Tað kunngjørdi Mohamed Mursi, forseti, í gjárkvøldið.
Stutt frammanundan hevði hann fingið handað sjálvt uppskotið, sum ein serlig grundlógarnevnd hevur orðað. Skipanin er, at forsetin skal gókenna uppskotið, áðrenn tað verður lagt fyri fólkið. Mursi segði í gjárkvøldið, at hann vil hava allar partar av fólkinum at taka lut í einum kjaki um innihaldið í uppskotinum.
Tey frælslyntu og tey kristnu umboðini tóku seg úr grundlógarnevndini herfyri fyri at mótmæla, at tann muslinmski meirilutin gjørdi, sum honum lysti og skúgvaði øll krøv hjá minnilutanum til viks. Tí vænta eygleiðarar, at tey frælslyntu og tey kristnu fara at eggja sínum til at atkvøða ímóti uppskotinum á fólkaatkvøðuni.
Muslimski Bróðurskapurin skipaði í gjár fyri einum stórum stuðulstiltaki til frama fyri Mohamed Mursi, forseta. Sagt verður, at meiri enn hundraðtúsund fólk vóru við í tiltakinum.