Grundstykkini við Hamarsveg alment lýst til sølu

Í dag lýsir Skopunar kommuna 17 nýggj grundstykkir til sethúsabygging til sølu

Í dag lýsir Skopunar kommuna nýggju grundstykkini til sethús við Hamarsveg alment til sølu, og hetta er útstykkingin, sum verður rópt við Hestheiðar.

 

Útstykkingin fevnir um 17 grundstykkir til sethús, tvey grøn økir, umframt veg og gonguteig. 

 

Prísurin fyri nýggju grundstykkini í Skopun er 450 krónur fyri fermeturin, tó verða nøkur stykkir seld fyri 400 krónur fyri fermeturin.

 

Meira um nýggju grundstykkini og um ásetingar í hesum sambandi kann lesast á einari leikju á heimasíðuni - www.skopun.fo 

 

- Áhugað kunnu venda sær til skopun(at)skopun.fo - ella við at ringja á tlf. 361349/ 515112, siga tey í Skopunar kommunu í dag.