Guðmundur valdi at gevast

Guðmundur Joensen var óheppin, tá ið hann rann Iron Man 70.3 í Luksemburg um vikuskiftið.

Guðmundur Joensen luttók leygardagin í Iron Man 70.3 í Luksemburg. Ein beinhørð kapping við stinnum kappingarneytum, og segði Guðmundur áðrenn kappingina, at hetta helst fór at vera størsta avbjóðing hansara nakrantíð, men at hann annars ongar vónir hevði og skuldi royna formin. Hann segði eisini, at hann í hesi kappingini skuldi geva alt hann átti og koma úr síni comfort zone, sum hann kallaði tað.


Guðmundur byrjaði væl við svimjingini og svam seg fram ímillum 7-8 teir fremstu. Skiftið til súkkluna gekk somuleiðis væl og hann kom fyrstu 45 kilometrarnar í bólk saman við Stuart Marais og Scott Molina, sum eru stór nøvn innan Iron Man. Tó hendi tað óhepna, at júst sum Guðmundur fekk sær vætu, valdu teir báðir at stinga av frá honum.


Hann var tó á 11. plássi og fall ikki í fátt. Men, sum tað verður sagt, 'har ein skriða er lopin, er onnur væntandi', og ein vegbunga skuldi bókstaviliga gerast ein forðing hjá honum í hesi kappingini. Nakað harðliga fór hann um hana og hann misti bæði vatn og energy.


Við nakað av súkklingini og allari renningini eftir at fullføra í 30 hitastigum uttan hesar týdningarmiklu lutir, mátti Guðmundur geva seg. Sjálvur sigur hann, at tað hevði borið til at fullført kappingina við lágari ferð, men at hann heldur valdi at gevast fyri ikki at koyra seg sjálvan í senk og krevja óneyðuga tíð upp á at koma fyri seg aftur.


Guðmundur sigur sjálvur, at hetta er ein av orsøkunum til, at tað verður sagt, at royndirnar eru eins umráðandi sum øll venjingin, og at tað annars vóru fleiri positiv og lærurík ting at taka við sær frá hesi kappingini.